«2017»Í dag«Apr»
          1 2
3 4 5 6 7 8 9
10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23
24 25 26 27 28 29 30
M T M H F L S
Evald Rasmussen gjørdist nr. 5 (savnsmynd).

Gunnar FM vinnari í Einkultstarti

 Leygardagin skipaði TSF fyri FM í Einkultstarti. Teinurin hesafer var í Kaldbaksbotni. Ein teinur á átta kilometrar skuldi koyrast trýggjar ferðir. Koyrt bleiv millum landsvegin í Kaldbaksbotni, til Kaldbaksbygd og aftur.

Tað var Gunnar Dahl-Olsen, ið var skjótastur. Hann brúkti góðar 36 minuttir um teir 24 kilometrarnar, og gevur tað eina meðalferð á 40 km um tíman. Nummar tvey gjørdist Kári Davidsen, sum í næstum skal til Týsklands at kappast í triathlon, í 1/2 Ironman.

Úrslit, FM í Einkultstarti, 24 km, Opin bólkur:

1. Gunnar Dahl-Olsen, 36 minuttir 6 sekund

2. Kári Davidsen, 39.56

3. Jan Hjaltalin Olsen, 40.47

4. Kjartan Egholm,  41.50

5. Evald Rasmussen, 43.07

6. Eyvind A. Hansen, 43.46

7. Tóri Thorleifsson, 44.03

8. Sámal Petur Danielsen, 44.34


Tóri Thorleifsson er bert 16 ára gamal, og hann gjørdist sostatt unglinga FM vinnari. Evald Rasmussen, the grand old man innan súkkling og triathlon, gjørdist somuleiðis FM vinnari, hetta í Veteranbólkinum.

Kappast verður aftur um føroyska meistaraheitið komandi vikuskifti, og tá verður tað Landavegsúkkling á skránni. Koyrt verður úr Havn til Saksun og til Havnar aftur. Meðan unglingar og veteranar fara gjøgnum Bergholið í Kaldbaksbotni á veg norður til Saksun, og suður aftur á veg til Havnar, so gongur leiðin eftir Oyggjarvegnum aftur til Havnnar hjá teimum, ið kappast í Opna bólkinum.

Startur og mál er við Plantusøluna við Hvítanesvegin, og áðrenn koyrt verður á mál, skulu súkklarar fyrst koyra niðan á rundkoyringina við R. C. Effersøesgøtu, eftir Strond, venda um rundkoyringina har, og so á mál við Plantusøluna. Kappingin byrjar kl. 15.