«2017»Í dag«Mai»
1 2 3 4 5 6 7
8 9 10 11 12 13 14
15 16 17 18 19 20 21
22 23 24 25 26 27 28
29 30 31        
M T M H F L S

Gull og bronsa til Torkil

Oyggjaleikir eru á Jersey í hesum døgum. Sólin skínur oman og niðan frá morgni til myrkurs. Í dag, 30. juni, var Landavegsúkkling á skránni. Tað bleiv aftur til eitt pláss á sigurspallinum í dag. Hetta er annar kappingardagur, og Torkil hevur longu nú vunnið sær trý heiðursmerki.

Tað fyrsta kom longu sunnudagin, og heiðursmerkið var av tí gyltasta metallinum. Torkil vann gull í einkultstarti, tá hann vann við einum heilum hálvum minutti á Edward Perry og við 46 sekundum á Nathan Draper, báðir av Isle of Man. Tað bleiv til annað enn gull. Tað bleiv til eina stórhending í føroyskari súkklusøgu. Heiðursmerkið hjá Torkil er nemmiliga fyrsta gullheiðursmerki Føroyar hevur vunnið innan súkkling í Oyggjaleikahøpi.

Í landavegsúkklingini var tað Torkil sum rulaði. Koyrt bleiv á einum teini, ið var 14 km langur. Hesin skuldi koyrast átta ferðir. Aftur í dag var Torkil væl koyrandi. Tað var Torkil sum tók initiativið, og tað var Torkil Veyhe, ið var fyrstur niðan gjøgnum drúgvu brekkuna á áttanda umfari. Tá megnaði bara ein kappingarneyti at halda hjólið hjá Torkil. Men sterkir vóru hesir sum bjóðaðu Torkili av, og sum eisini vildi vinna gull. Løtu seinnu sótu teir fýra mans saman. Tveir frá Isle of Man og ein frá Sarema. Tað bleiv til ein endaspurt. Stóra telentið frá Sarema, Mihkel Raim, vann endaspurtin - og gullið. Einans 17 ára gamli Nathan Draper vann silvur, og "okkara" Torkil vann sær sítt triðja heiðursmerki eftir bert tvær kappingar.

Føroyar vann eisini bronsu í liðkappingini í einkultstarti. Føroyar er umboðað av Dávur Magnussen, Jóanis Albert Nielsen, Boga Kristiansen og Gunnar Dahl-Olsen. Bogi stillaði ikki upp í einkultstarti, og Gunnar fekk vegna skaða í rygginum ikki koyrt einkultstart. Við einum góðum avrikið hjá bæði Dávur og Jóanis Albert, og við einari meðalferð uppá umleið 40 km/t bleiv tað til eitt triðjapláss hjá Føroyum.

Næsta kapping hjá Torkil og hinum á føroyska súkklulandsliðnum verður hósdagin, tá Býarsúkkling, ella Criterium, er á skránni.

Súkkluúrslit kunnu síggjast á hesari leinkju:

http://jersey2015results.com/sport.aspx?SportID=5