
Gongur gott hjá Helga
Í vikuskiftinum var Helgi aftur í "eldinum". Farna vikuskifti kappaðist hann í 5. umfarinum at kappingini av Vinterkuppen.
Góðir og sterkir súkklarar vóru við, m.a. Jonas Pedersen, ið telist millum sterastu fjallasúkklarar í Danmark.
Væl gekk hjá Helga, og hann gjørdist nr. 4. Hetta var sum sagt 5. umfar av kappingini, og við góðu plaseringini í vikuskiftinum, hevur hann nú møguleika at gerast nr. 3 samlað. Longu nú liggur hann fremst í sínum aldursbólki, ið er 30 til 39 ár.
- Tað er ein ok sterk kapping, og eg bleiv nr. 4. Lá saman við Jens Frey Halling (sterkur A-súkklari) og Frank Hjorth Degn (sterkur H40 súkklari). Vit súkklaðu nokkso taktiskt á einari frystari tekniskari rutu. Jonas Pedersen, ið er 3. sterkasti súkklari í DK, var farin undan, men vit sóu fram á hann. Tá vit fóru á síðstu rundu hugsaði eg at seta meira á, men eg gjørdi nakrar feilir, og misti tí nokk av tíð til, at hinir sloppu undan, sigur Helgi W. Olsen við TSF.
Bert eitt umfar er eftir av Vinterkuppen.