«2017»Í dag«Aug»
  1 2 3 4 5 6
7 8 9 10 11 12 13
14 15 16 17 18 19 20
21 22 23 24 25 26 27
28 29 30 31      
M T M H F L S

Góð uppmøting og gott veður

Góð uppmøting og gott veður kann sigast um kappingina, sum TSF skipaði fyri ígjár, leygardagin 22. oktobur. Og so kann ein siga, at tíðirnar vóru eisini góðar, tá hugsað verður um, at kappingarárið 2016 er liðugt, og nýtt kappingarár ikki rættiliga er byrjað.

Koyrt bleiv á leiðini millum Kaldbaksbotn og Kaldbaksbygd. Teinurin er 8 km langur, og skuldi koyrast tríggjar ferð.

Hesin sami teinur bleiv koyrdur tá kappast var um føroyska meistaraheitið í Einkultstarti. Sami teinur og sami vinnari. Gunnar Dahl-Olsen vann aftur í gjár. Hesuferð við tíðini 36 minuttir og 27 sekund, sum gevur eina meðalferð uppá 39,5 km/t. Jógvan Højgaard var vælkoyrandi, og hann gjørdist tí næstur um málstrikuna. Jógvan brúkti 38 minittir og 40 sekund um teinin. Nummar trý gjørdist Kári Davidsen. Hann brúkti 40 minuttir og 23 sekund um teir 24 kilometrarnar.

TSF gleddist yvir stóra luttøkutalið, men gleðiligt um at síggja gamlar kenningar aftur. Jóanis Albert Nielsen var við á føroyska landsliðnum sum vann bronsu á seinastu oyggjaleikinum. Síðan tá hevur hann ikki sitið nógv á súkkluni, men ígjár royndi hann seg aftur, og tað bleiv til eitt 6. pláss.

Somuleiðis var tað stuttligt at síggja súkklarar frá Team Rynkeby stilla upp og bjóða kappsúkklarunum av. Petur av Vollanum gjørdist nummar 8 og Sámal Petur Danielsen nummar 9.

Kappast er í trimum bólkum. Opin bólkur, motiónsbólkur og unglingar. Meðan Gunnar Dahl-Olsen nú liggur ovast í Opna bólkinum, so liggur Petur av Vollanum ovast í motiónsbólkinum. Tór Thorleifsson er fremstur hjá unglingum.

Úrslit, 24 km einkultstartur:

PlaserningNavnTT1 - Kaldbak
1Gunnar Dahl-Olnsen36 minuttir 27 sekund
2Jógvan Højgaard38.40
3Kári Davidsen40.23
4Jan Hjaltalin40.59
5Hilmar Hansen41.23
6Jóanis Albert Nielsen42.00
7Sverri Mohr Edvinsson42.27
8Petur av Vollanum42.36
9Sámal Petur Danislsen42.52
10Evald Rasmussen44.26
11Kári Simonsen45.15
12Tóri Thorleifsson45.59


Næsta kapping verður komandi leygardag, t.e. leygardagin 29. oktobur.