«2018»Í dag«Nov»
      1 2 3 4
5 6 7 8 9 10 11
12 13 14 15 16 17 18
19 20 21 22 23 24 25
26 27 28 29 30    
M T M H F L S

Giant Várkappingin: Tvey stig skilja nummar eitt og tvey

Fjórða umfar av GIANT Várkappingini 2018 bleiv koyrt leygarmorgunin. Undan seinasta umfari var Jan Hjaltalin Olsen á odda. Eftir 4. umfar hevur Gunnar Dahl-Olsen lagt seg á odda.
Bert eitt umfar er eftir, og til ber tí hjá Jan at endurvinna oddasessin, og sostatt GIANT Várkappingina 2018.

Giant Várkappingin er ein kapping samansett av fimm Einkultstartskappingum. Kappingar har súkklarin koyrur kapp móti sær sjálvum og tíðini. Ongin taktikkur. Bert fysikkur og trúgvin uppá at vinna - kappingina ella á sær sjálvum.

Kappingin skuldi eftir ætlan koyrast klokkan 15, men orsaka av Bátastevnuni í Vestmanna bleiv kappingin flutt til klokkan 8 um morgunin. Kanska var hetta orsøkin til at bert fýra luttakarar møttu. 

Møguleiki var at koyra tveir teinar. Ein á góðar 30 km og ein á góðar 50 km.

Startur og mál var við Effostøðina í Kollafjarðadali. Tey, ið valdu styttra teinin skuldu koyra frá Effostøðini til Áir og aftur. Tey, ið valdu longra teinin koyrdu frá Effostøðini til Nesvíkar og aftur til Kollafjarðadal.

Sum sagt bjóðaðu bert fýra sær sjálvum og hinum av. Hesir valdu allir at koyra longra teinin.

Veðrið var av tí besta hendan vakra leygarmorgun í mai. Sól og bláður himmal, og nakað av eystanvindi.

Fimti kilometrar er langt tá kappast verður í einkulutstarti. Tá ræður um ikki at leggja ov hart út. Allarhelst legði onkur ov hart út, og mátti gjalda prísin á heimvegnum. 
Dávur Magnussen, sum koyrur í bestu deildini í Danmark, var favorittur at vinna kappingina, men eftirsum Dávur ikki koyrdi á einari sersúkklu, einari Einkultstartssúkklu, eiheldur hevði monterað ein sokallaðan TRI-boyla á súkkluna, sóu hinir sær ein lítlan møguleika av vinna sær nøkur stig leygarmorgunin, og kanska vinna á Dávuri.

Tveir minuttir vóru millum hvønn súkklara, og tí var ringt at taka dagar ímillum, og síggja, hvør lá á odda meðan súkklað var. Gunnar byrjaði síðst, og tá vent var í Nesvík kundi hann taka millumtíð uppá Dávur, ið byrjaði undan Gunnari. Tað var javnt millum Dávur og Gunnar, men Gunnar hevði munin. Gunnar førdi við 15 sekundum tá vent var, men enn var langt á mál, og hvussu langt var upp til Jan Hjaltalin Olsen, var spurningurin. 

Jan hevur ment seg nógv seinastu árini, og tí var vónleyst at spáa hvør fór við sigrinum. Tá avtornaði var tað Gunnar Dahl-Olsen, ið vann kappingina.
Gunnar brúkti 1 tíma 18 minuttir og 7 sekund um teir umleið 50 kilometrarnar. Dávur gjørdist næstur. Hann kom á mál góðan minutt eftir vinnaran.

Úrslit, 50 km TT:

1. Gunnar Dahl-Olsen, 1 tíma 18 minuttir og 7 sekund
2. Dávur Magnussen, 1.19.03
3. Jan Hjaltalin Olsen, 1.20.43
4. Jákup Petur Eliasen, 1.26.34

Eitt umfar er eftir av GIANT Várkappingin 2018. Hetta umfarið skuldi havt verið koyrt 3. mars, men bleiv avlýst vegna veður. Juni mánaður er slunkin viðvíkjandi kappingum, og allarhelst verður seinasta umfarið tí koyrt í juni mánaði. 

GIANT várkappingin 2018, samlaða úrslitið.xlsx