«2018»Í dag«Aug»
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29 30 31    
M T M H F L S
Tað var hart og gott - og tað var turt.
Triðja umfar av GIANT Várkappingini bleiv koyrt í gjár. GIANT Várkappingin er ein kapping har tað bara verður kappast í einkultstarti. Kappast verður í fimm kappingum, harav fýra telja.
Vinnarin fær sjey stig, nummar tvey fær fimm stig o.s.fr.
Leiðin gekk úr Havn, gjøgnum Kaldbakstunnilin og síðan skuldu luttakararnir koyra niðan úr Kollafjarðadali, niðan á Oyggjarvegin. Leiðin gekk til Havnar. Komnir til Havnar skuldi koyrast eftir ringvegnum, eftir Strond, og síðan skuldi íðkararnir venda við rundkoyringina við Skansan. Nú vóru bert tríggir kilometrar á mál, sum var við Plantusøluna á Hvítanesvegnum.

Jóhan Jacobsen var dómari ígjár, og eftirsum so fáir luttarar vóru bleiv avgjørt, at tríggir minuttir skuldi verða millum teir tríggjar luttakararnar. Hetta fyri at halda spenningin uppi so leingi sum tilber í longu kappingini.

- Tað var hart og tað var strævi, og tað túrurin um Oyggjarvegin bleiv ikki lættari av at tað var mótvindur allan vegin til Havnar, segði Jan Hjaltalin Olsen eftir kappingina.

Jan gjørdist nummar tvey ígjár, men liggur framvegis á odda í kappingini.

Gunnar Dahl-Olsen vann fjallaeinkultstartin, og liggur á einum samlaðum 2. plássi. Jákup Petur Eliasen hevði runnið FM í hálvum Marathon dagin fyri, og verður hugsað um tað, so var hann kanska stóri sigursharrin ígjár.

Úrslit, 45 km einkultstartur:

1. Gunnar Dahl-Olsen, 1 tími 25 minuttir 59 sekund
2. Jan Hjaltalin Olsen, 1.27.23
3. Jákup Petur Eliasen, 1.32.55

Næsta súkklukapping hjá TSF verður komandi leygardag, leygardagin 12. mai. Tá verður Landavegsúkkling á skránni og tá verður kappast á Sandoynni.

Viðheft er samlaða úrslitið í GIANT Várkappingini 2018.

GIANT várkappingin 2018, samlaða úrslitið.xlsx