«2019»Í dag«Sep»
30           1
2 3 4 5 6 7 8
9 10 11 12 13 14 15
16 17 18 19 20 21 22
23 24 25 26 27 28 29
M T M H F L S

GIANT Várkappingin 2019 - Gunnar vann fjallaeinkultstartin

Saman við Føroya Traiathlon felag, skipaði TSF fyri venjingarlegu í vikuskiftinum. Ætlanin var at fara til Suðuroy, men tá tað bleiv boðað frá ivasomum veðri og orsaka av at undirtøkan ikki var nóg góð, bleiv legan flutt til Streymoynna. 

Byrjað var fríggjakvøldið, og venjingarlegan endaði sunnudagin við einum fjallaeinkultstarti, har luttakarar bert kundi luttaka á einari vanligari kappsúkklu - eins og tað verður á Oyggjaleikum.

Byrjað var við bilasøluna Autoservice, og málið var uppi á Kleynisvarða. 

Rutan var Marknagilsvegur, Velbastaðvegur, og Norðasta Horn. Her bleiv vent. Leiðin gekk oman aftur móti Havnini, eftir Ringvegnum yvir um "Heðin Brú", og so niðan á Hamarin. Her bleiv vent um rundkoyringina við Skúlan í Argjahamri. Leiðin gekk nú aftur yvir um brúnna, eftir Marknagilsvegnum, Ringvegnum, og so niðan á Oyggjarvegin. Teinurin frá Autoservice og niðan á Kleynisvarða er góðar 3 km langur. Sami teinur er 211 hæddarmetrar, við einum meðal stigningi uppá 7 %.

Tilsamans var teinurin góðar 15 km langur. Úrslitið gjørdist at Gunnar Dahl-Olsen vann við tíðini 32 minuttir og 54 sekund. Andrass Joensen gjørdist nummar tvey og Jákup Petur Eliasen kom triðjur á mál.

Kappingin var 4. umfar av GIANT Várkappingini 2019, sum er ein kapping samansett av fimm Einkultstartskappingum. Undan kappingini í gjár lá Dávur Magnussen á odda. Við sigrinum í gjár, hevur Gunnar nú lagt seg á odda. 

Úrslit, kvinnur:

1. Elsa Berg, 40 minuttir og 48 sekund

   

Úrslit, menn:

1. Gunnar Dahl-Olsen, 32 minuttir 54 sekund

2. Andrass Joensen, 33.36

3. Jákup Petur Eliasen, 34.18

4. Jan Hjaltalin Olsen, 34.29

5. Henry Berg, DNF


Næsta, og seinasta umfar, verður 18. mai! Tá verður koyrdur ein langur einkultstartur í Sundalagnum. Meira um hesa kapping seinni.