«2018»Í dag«Jun»
        1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28 29 30  
M T M H F L S
Eftir at tvey umfør av GIANT Várkappingin 2018 eru avgreidd liggur Jan Hjaltalin Olsen samanlagt á odda.
GIANT Várkappingin er ein kup kapping, ið er samansett av fimm kappingum, fimm Einkultstartskappingum. Í dag var Kaldbaksbotnur karmur um kappingina.
Koyrt bleiv millum Kaldbaksbotn og Kaldbaksbygd. Hesin teinur er góðar 8 km langur. Súkklarar skuldu í dag koyra teinin tríggjar ferðir, tvs. í alt 24 km.

Tað var sól og tað var turt, men nógvur vindur, og í vindi skal Kaldsbaksbotnur upplivast. Tað var líka mikið hvørja ætt tú koyrdi, so rakti tú mótvindin. Ja, tað ljóðar undarligt, og tað minnir ikki sørt um myndamannin, tá hann á sinni helt fyri, at í Føroyum vóru nógv fleiri mótbrekkur enn undanbrekkur. Men sum sagt, Kaldbaksbotnur skal upplivast.

Jan liggur ovast, men í dag var tað Gunnar Dahl-Olsen, ið var skjótastur. Hann brúkti 39 minuttir og 33 sekund um teir 24 km. Jan gjørdist nummar tvey og Jákup Petur Eliasen triðjur. Jákup Petur brúkti 41 minuttir og 43 sekund, og tá allir vóru komnir á mál vísti tað seg, at tað var áleið ein minuttur millum nummar eitt, tvey og trý.

Úrslit, 24 km Einkultstart:

1. Gunnar Dahl-Olsen, 39 minuttir 33 sekund
2. Jan Hjaltalin Olsen, 40.46
3. Jákup Petur Eliasen, 41.43
4. Tóri Thorleifsson, 44.03
5. Hávardur Vatnhamar, 44.17
6. Rógvi Róin, 45.14
7. Henry Berg, DNF

GIANT várkappingin 2018, samlaða úrslitið.xlsx