«2018»Í dag«Des»
31         1 2
3 4 5 6 7 8 9
10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23
24 25 26 27 28 29 30
M T M H F L S

GIANT Várkappingin 2018: Gunnar vann samanlagt

Seinasta umfar av GIANT Várkappingini 2018 bleiv koyrt leygardagin. 

Tað var spenningur um hvør fór at vinna samanlagt, tí tveir høvdu møguleika at gerast samlaður vinnari. Undan fimta og seinasta umfari hevði Jan Hjaltalin Olsen 19 stig og Gunnar Dahl-Olsen 21 stig.

Vinnarin fær 7, nummar tvey fær 5, nummar 3 fær 4 o.s.fr. Við einum sigri leygardagin, kundi Jan tí tryggja sær samlaða sigurin. Ella um Jan gjørdist næstur og Gunnar t.d. nummar 4. 

Dávur Magnussen var jú við, og hann var favorittur at vinna tann 24 km langa einkultstartin. Og tá Dávur bert hevði luttikið í trimum av fimm kappingum, var hann ikki við í samlaðu kappingini. 

Dávur koyrur á einum donskum liði, ið kappast í bestu deildini í Danmark, og tí bar ikki til hjá honum at luttaka í øllum fimm kappingunum.

Dávur vann, og so varð bíðað í spenningi til dómari og hjálparfólk høvdu roknað og talt saman stigini. Og spenningur var ikki bara um fyrsta plássið, tí bæði Andrass Joensen og Jákup Petur Eliasen vóru eisini væl koyrandi leygardagin. 

Jákup Petur hevði - beint undan Einkultstartinum - luttikið í FM á fimm kilometur teininum. Tað ávirkaði sjálvandi úrslitið nakað. Men væl koyrdi Jákup Petur, og tað bleiv til eitt flott fimta pláss í kappingini leygardagin.

Úrslitið gjørdist at Dávur vann við einum hálvum minutti á nummar tvey. Nummar tvey gjørdist Gunnar Dahl-Olsen. Dávur koyrdi teinin uppá 37 minuttir og 24 sekund. Gunnar brúkti 38 minuttir og 6 sekund. 2. plássið hevði við sær, at Gunnar gjørdist samanlagdur vinnari av GIANT Várkappingini 2018. 

Andrass Joensen gjørdist nummar trý og hann kom á mál góðan minutt eftir Gunnar.

Tvær kvinnur luttóku, og vinnari gjørdist Maria Svabo Hansen. Hon brúkti 45 minuttir og 33 sekund um teir 24 kilometrarnar. Elsa Berg bleiv nummar tvey.

Hjá motionistum vann Kári Simonsen. Hann brúkti 50 minuttir og 10 sekund um teir 24 kilometrarnar.

Samlaða úrslitið gjørdist:

1. Gunnar Dahl-Olsen, 26 stig

2. Jan Hjaltalin Olsen, 22 stig

3. Jákup Petur Eliasen, 16 stig

Í viðheftu fílu sæst úrslitið frá kappingini leygardagin og samlaða úrslitið.

Næsta kapping hjá Tórshavnar Súkklufelag verður í oktobur, tá FM kappingarnar verða á skránni. 

4. oktobur: Býarsúkkling

5. oktobur: Einkultstartur

6. oktobur: Landavegsúkkling

GIANT várkappingin 2018, samlaða úrslitið eftir fimm umf