«2017»Í dag«Nov»
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29 30      
M T M H F L S

Veðrið var so sum so tá kappast bleiv í seinasta umfarinum av GIANT Várkappingin 2017. Hetta ávirkaði allarhelst eisini luttøkutalið, tá bert 5 súkklarar bjóðaðu hvørjum øðrum, og sær sjálvum, av. Kappast varð í Einkultstarti, og hesa ferð skuldu luttarar koyra ein 24 km langan einkultstart.

Formkurvan hjá Jan Hjaltalin Olsen hevur gingið rætta vegin alt ár, og formurin toppaði tá hann skuldi, nevniliga tá landsliðið skuldi kappast á Oyggjaleikum fyrr í summar. Jan megnaði tá at koyra langa einkultstartin við yvir 40 km/t. Umvent hevur tað gingið hjá Gunnar Dahl-Olsen, sum ikki megnaði at toppa á Gotlandi. Tí var spennandi um Jan megnaði at vinna á Gunnari leygardagin, tá hesir, liðfelagar og kappingarneytar, aftur skuldu kappast á spennandi teininum í Kaldbaksbotni.


Vindur og glaðustrok

Tað var líka fyri allar, men nógvur vindur var, og hetta argaði súkklararnar. Í nógva mótvindinum ráddi um at gera seg so lítlan og aerodynamiskan sum tilber á súkkluni. Jan byrjaði væl, og megnaði leingi at halda góðan avstand aftur til Gunnar, ið gjørdi alt fyri at minka um munin til Jan.

Teinurin er 8 km langur, og tí bar væl til at taka tíð uppá hvønn annan. Eftir 8 km var javnt millum Jan og Gunnar. Tá hesir møttust á øðrum umfari, hevði Gunnar tikið seg 10 sekund inn á Jan. Onki var avgjørt, og tað er skjótt at 10 sekund kunnu blíva til 2. Men Gunnar økti enn meir, og tá avtornaði vann Gunnar við 14 sekundum.

Tá fyrsta umfar av GIANT Várkappingini 2017 bleiv koyrd 4. mars í ár, var eisini fitt av vindi. Tað ber ikki altíð til at samanbera tíðirnar, men sum tað sæst á viðheftu fílu, so hava fleiri av luttakarunum havt stóra framgongd í ár. Meðan framgongdin hjá Jan hevur verið 5 minuttir, so betraði Tóri Thorleifsson betra um sína tíð við yvir 6 minuttum. Sjálvandi hevur veðrið og vindurin nógv at siga, men 6 minuttir er nógv, óansæð veður og vind. 

Vinnarin betraði eisini um sína tíð. Í mars var tíðin góðar 42 minuttir, og í dag vann Gunnar kappingina við tíðini 37 minuttir og 56 sekund. Fýra minuttir betri enn fyrr í ár, og tað gevur eina meðalferð á uml. 38 km/t.

Úrslit, 24 km Einkultstart:

1. Gunnar Dahl-Olsen, 37 minuttir 56 sekund

2. Jan Hjaltalin Olsen, 38.10

3. Tóri Thorleifsson, 41.42

4. Evald Rasmussen, 50.35

5. Henry Berg, 53.04


Kappingarárið er langt frá liðugt. Síðst í septembur verður kappast á Suðuroynni, og í døgunum frá 5. til 7. oktobur verður kappast um tey trý FM heitini í Landavegsúkkling, nevniliga Einkultstartur, Býarsúkkling og Landavegsúkkling.

GIANT várkappingin 2017, samlaða úrslitið.xlsx