«2018»Í dag«Sep»
          1 2
3 4 5 6 7 8 9
10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23
24 25 26 27 28 29 30
M T M H F L S

GIANT Kring Føroyar 2018 - rutubroytingar

Í dag, fríggjadagin 20. juli, verður koyrt á Suðuroynni. Teinurin er hin sami sum undanfarin ár, og ongar broytingar eru á rutuni í dag. Men í morgin, tá Eysturoyar etapan skal koyrast verða broytingar.

Vegna tað, at eitt stórt ferðamannaskip liggur við kei, og ymisk tiltøk eru í býnum, so verður rutan broytt nakað. Vit koyra tí soleiðis á Eysturoynni:

Startur og mál: Runavík

Motionistar, kvinnur og unglingar:

Teinur: 

Runavík – Hellurnar – Funninigsbotn - Elduvík – Funningsbotn - Funning – Funningsbotn – Runavík.

Opin bólkur:

Teinur:

Runavík – Hellurnar – Elduvík – Funning - Eiðisskarð – Eiði - Ljósáir – Norðskálatunnilin – Skálabotn – Runavík.


Eins og á Sandoynni, verður vent um keylur og pílar verða settir upp. Vent verður um keylu í Hellunum, í Elduvík og í Funningi (kvinnur, unglingar og motionistar).


Sunnudagin verður eisini ein broyting. Vit byrja á Vaglinum í Havn. Tað verður koyrdur ein felags-startur" eftir Yviri við Strond, og tá vit eru komin framvið nýggju ljóskurvuni við Ringvegin/Hvítanesvegin, tá er "felags-starturin" liðugur.

Ein onnur broyting er eisini gjørd. Rutan er hin sama, men tá vit koma aftur til Havnar, verður koyrt eftir Vegnum Langa, og oman eftir Sundsvegnum. Síðan verður koyrt niðan eftir Ringvegnum, framvið Norðurlandahúsinu, og síðan niðan á Oyggjarvegin, har málið er við Hotel Føroyar.


Ein onnur broyting er eisini gjørd. Kappingin eitur nú GIANT Kring Føroyar 2018! :)