«2023»Í dag«Des»
        1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28 29 30 31
M T M H F L S

Spinning og styrkivenjing

Sum kunnugt er felagsvenjingin byrjað! Fyrst í desembur mánaði byrjaðu vit at venja - renning mikudag kl. 17 og so svimjing/súkkliing sunnudag kl. 12.

Vit eru nú komin til januar mánað, og ætlanin er tí at økja um venjingarmongdina – og venjingar møguleikarnar!

Súkklu- og triathlonfelagið hevur fundast við Yndi Fitness, og vit hava nú fingið eitt sera gott tilboð frá Yndi, sum vit hervið fara at bjóða limum okkara.

Umframt at vit kunnu bjóða tykkum tvær venjingar mitt í viku, ja so hevur TÚ møguleika at venja alt tað tú kann og vil - í 3 mánaðir. Alt hetta fyri einans kr. 850,00. Tvs. at hevur TÚ goldið limagjaldið, so skal TÚ bert gjalda kr. 500,00! J

TÚ skal fyrst sjálvur gjalda alla upphæddina, síðan flyta okkara peningarøklar tær pening aftur – um tú hevur goldið limagjaldið! J

Peningarøklar eru:

  • TSF: Eli Christiansen
  • FTF: Evald Rasmussen

So út yvir renning mikudag kl. 17, og svimjing og súkkling sunnudag kl. 12, so skipa vit nú eisini fyri Spinning og styrkivenjing týs- og hóskvøld kl. 19.30. Vit venja frá 19.30 til 22.00! 

Umframt hesa venjing, kunnu vit sum sagt venja tá vit sjálvi ynskja at venja. 

Eisini kunnu vit brúka hølið tá tað ikki viðrar til uttandura venjing. Er tað t.d. kavi og ring veður tá vit skulu súkkla sunnudag, ja so fara vit at spinna heldur. Eisini hava vit møguleika at skipa fyri einari venjingarlegu, og brúka høli frá morni til myrkurs okkurt vikuskifti.

Venjingarætlan fyri veturin 2012 (januar til mars) sær nú soleiðis út: 

Slag av venjing

Mánadag

Týsdag

Mikudag

Hósdag

Fríggjadag

Leygardag

Sunnudag

Renning

(Tórsbreyt)

 

 

Kl. 17 til 18

 

 

 

 

Svimjing

(Svimjihøllin í Gundadali)

 

 

 

 

 

 

Kl. 12 til 13

Súkkling

(møta uttanfyri Svimjihøllina)

 

 

 

 

 

 

Kl. 13 til 15

Spinning

(Yndi Fitness)

 

Kl. 19.30 til 21

 

Kl. 19.30 til 21

 

 

 

Styrkivenjing (Yndi Fitness)

 

Kl. 21 til 22

 

Kl. 21 til 22

 

 

 

Venjarar verða:

  • Kristian Martin Joensen, venjari 
  • Evald Rasmussen, hjálparvenjari
  • Gunnar Dahl-Olsen, hjálparvenjari 

Venjingin er sum sagt byrjað, og spinning/styrkivenjing byrjar týskvøldið 17. januar kl. 19.30.