«2017»Í dag«Mar»
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29 30 31    
M T M H F L S

Fyrst skrivaði hann søgu. Tvær vikur seinni tók Torkil øll á bóli

 Hetta minnir ikki sørt um Oyggjaleikir. Skilt soleiðis, at Torkil Veyhe aftur hesa ferð skuldi fleiri ferðir deiligu fetini upp á sigurspallin.

Tað bleiv kappast í Jútlandi í vikuskiftinum, í Silkeborg leygardagin, í Herning sunnudagin, og í dag var tað harða brekkan Pøt Mølle og Hammel, ið var karmur um 3. umfar av Pinsecuppen.

Torkil koyrur í bestu deildini, og tað byrjaði gott leygardagin, tá bara Lasse Norman Hansen (HM vinnari í bana súkkling) var frammanfyri Torkil. Torkil gjørdist vann tískil silvur í Silkeborg.

Í gjár vann hann sterkasta bólkin í Danmark, A-bólkin. Torkil hevur staðið seg væl í bestu deildini, men ongantíð vunnið áður. Nú riggaði alt, og Torkil megnaði at koyra frá sterka feltinum, og sostatt vinna ein tryggan sigur.

Tað gekk eisini gott í dag, triðja kappingardagin, men ikki so gott sum hinar dagarnar. Men aftur í dag skuldi hann løttu fetini upp á sigurspallin. Hesu ferð sum samlaður vinnari av Pinsecuppen.

Hann skrivar sostatt ikki bara søgu í Team WeBike CK Aarhus, men eisini føroyska súkklusøgu. Tað er ongantíð fyrr eydnast einum føroyingi at vinna í bestu deildini í Danmark. Tað gjørdi hann eisini tá hann vann gull, tá Oyggjaleikir vóru á Jersey, summarið 2015.

Eitt gott vikuskifti hjá Torkil og Team Webike. Venjarin hevði ikki roknað við, at tað skuldi ganga liðnum so væl, eftirsum Torkil og hinir á Team WeBike ikki eru professionellir.

Martin Wang Hjørngaard er venjari, og hann sigur við heimasíðuna hjá WeBike CK Aarhus:

- Vi havde jo aldrig turde drømme om det her. Det er fuldstændigt sindssygt”.

Víðari sigur venjarin, at “Drengene ligger og kører mod fuldtidsprofessionelle. Og de slår dem. Jeg har næsten ikke ord for, hvor stort det her er for vores hold”.

Vit sum kenna Torkil vita, at hann er lítillátin. Torkil takkaði liðnum fyri frálíka innsatsin, og sigur, at tað er liðnum at takka, at teir fingu gulu føraratroyggjuna við heim til Århus.

TSF ynskir Torkil tillukku við flotta og stóra avrikinum, og góða eydnu í komandi kappingum.