
Føroyaleikir
»Føroyaleikir« er heitið á ítróttastevnu hjá ÍSF, ið skal verða ein afturvendandi summarkapping fyri allan føroyskan ítrótt, sum ÍSF fevnir um. Føroyaleikir, ið kunnu lýsast sum teir Føroysku Oyggjaleikirnir, skulu ætlandi haldast annaðhvørt ár – tað árið, táið vanligu, altjóða oyggjaleikirnir ikki eru.
Sersambandið fyri Súkkling og Triathlon skipar fyri 5 tiltøkum á Føroyaleikum 2021 í døgunum 8. til 11. juli. Ynskið er at geva øllum súkkluáhugaðum ein møguleika at verða við á leikunum og í felagsskapi við øðrum avbjóða sær sjálvum.
Tey fimm tiltøkini, ið vit skipa fyri eru:
Triathlon: Sprint ella OL teinin, Klaksvík
Vegsúkkling: Landavegsúkkling og Criterium. Eysturoy og Streymoy
Fjallasúkkling: Stutteinur og Undanbrekka
Eftirsum Sprint Triathlon og Triathlon á OL teininum eru samstundis, so telja hesar kappingar sum ein kapping. Triathlon á OL teininum er samstundis FM í Triathlon.
Á leinkjuni niðanfyri sæst eitt yvirlit yvir tiltøkini og hvørt tiltak er síðani lýst neyva á serksyldari síðu.
Nógvar spennandi kappingar, og kanska mest spennandi kappingin er Landavegkappingin, sum samstundis er ein kapping fyri øll, ella ein túrur fyri øll. Øll eru vælkomin við - ung sum eldri, roynd sum óroynd.
TILMELDING
Fyri at melda til tiltøkini er neyðugt fyri at melda til Føroyaleikir. Tað gert tú á www.foroyaleikir.fo. Síðani meldar tú til tey súkklu og triathlon tiltøkini tú ynskir her á heimasíðuni hjá SST.
Gjaldið fyri at melda til Føroyaleikir er 200 kr og møguleiki er eisini at keypa gisting og mat. Einki gjald er afturat hesum fyri at melda til tiltøkini hjá SST. Tú kanst soleiðis melda teg til heili 5 tiltøk fyri 200 kr.
Freistin at melda til Føroyaleikir er 19. juni.
Soleiðis meldar tú til:
- Vitja fyrst www.foroyaleikir.fo og melda til Súkkling og Triathlon. Hetta er gjøgnum Atgongumerki.
- Vitja síðani www.sst.fo/foryaleikir og vel tiltakið tú ætlar at melda til. Hetta er gjøgnum Webscorer.
- Ivast tú í einhvørjum so send ein spurning til sst@sst.fo ella ring til 221230