
FM2020 - ruturnar í ár
Kappingin um føroyska meistaraheitið 2020 í Landavegsúkkling verður í døgunum frá 24. til 26. septembur. Tvs. hóskvøld, fríggjakvøld og leygardag.Kappast verður í trimum greinin: Býarkoyring, Einkultstarti og Landavegkoyring
Hóskvøldið 24. septembur kl. 19.00:
Startur og mál: Okkara á Velbastað
Vit koyra sama tein sum vit hava koyrt okkurt árið vit hava skipa fyri úttøkukapping til føroyska landsliðið, Oyggjaleikaúttøkukapping.
Vit koyra frá Okkara niðan á landsvegin, koyra inn móti Velbastað, og koyra siðan eftir Ervavegi, fyri síðan at koyra niðan móti Okkara aftur.
VIT koyra í 40 min, og síðan eitt finaluumfar.
Fríggjakvøldið 25. septembur kl. 18.00:
Startur og mál: Skúlin í Hvalvík
VIT koyra frá Hvalvík til Saksun. Venda við vegin til Svartá, og koyra síðan aftur til Hvalvík.
Teinurin er uml. 21 km langur.
Leygardagin 26. septembur kl. 15.00.
Startur: Tórshavn
Mál: Eiðisskarð
Teinur (Opin Bólkur), 76 km:
Tórshavn - Kaldbakstunnilin - Hósvík - tunnilin við Streymin - Elduvík - Funning - Eiðisskarð
Teinur (kvinnur og motionistar), 56 km:
Tórshavn - Kaldbakstunnilin - Eiði - Eiðisskarð
Til ber at tilmelda seg FM2020 á FB, Súkkling í Føroyum:
GG! Minnist til lyktir!