«2023»Í dag«Des»
        1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28 29 30 31
M T M H F L S

FM í MTB Cross

Viðarlundin í Hoydølum verður 2. jóladag karmur um føroyameistaraheitið í fjallasúkkling, tí sokallaðu MTB Cross Country kappingina!


Umhvørvisstovan hevur enn einaferð givið loyvi til at skipa fyri kappingum í flotta umhvørvinum í Hoydølum.

Mál og startur verður við fimleikahøllina hjá Føroya Studentaskúla í Hoydølum, og koyrt verður í sjálvari Viðarlundini, á gøtunum við Boðanes og á gøtunum kring Plantusøluna, og niðan móti Svartafossi.

Koyrt verður uml. 50 km.

Kappingin hevur ongantíð fyrr verið millum jól og nýggjár, men Tórshavnar Súkklufelag vil royna hetta í ár, eftirsum fleiri av okkara sterkastu súkklarum eru í Føroyum um jólini!

Helgi Winther Olsen, ið fólk flest kenna frá fimleiki, hevur saðla um, og hevur nú ætlanir um at kappast innan MTB á næstu Oyggjaleikum. Hann hevur klárað seg væl í kappingum í Danmark, og telist hann tí millum kandidatarnar til at gerast FM vinnari í MTB Cross Country í 2010!

Kappast verður í MOUNTAIN BIKE á komandi Oyggjaleikum. Tá verður kappast í MTB Cross Country og MTB Criterium. Her heima verður eisini kappast um FM heiti í hesum báðum kappingum, og 2. jóladag skal so føroyameistarin finnast í Cross Country.

Munurin millum hesar báðar greinar er tann, at meðan koyrt verður í 1 tíma pluss eitt umfar í MTB Criterium, so verður koyrt ein størri tein tá kappast verður í Cross Country, ofta millum 40 og 80 kilometrar!

Kappingin verður sum sagt 2. jóladag og kappingin byrjar kl. 13. Møtast skal ein tíma áðrenn. 

Kappingin er fyri vaksin og unglingar, kvinnur og menn! 

Vinarliga vegna Tórshavnar Súkklufelag

Gunnar Dahl-Olsen