«2020»Í dag«Okt»
      1 2 3 4
5 6 7 8 9 10 11
12 13 14 15 16 17 18
19 20 21 22 23 24 25
26 27 28 29 30 31  
M T M H F L S

FM í Fjallasúkk​ling - komandi leygardag 1 okt

Leygardagin 1. oktobur kl. 14.00 verður kappingin um FM heitið á fjallasúkklu hildin á vakra økinum kring plantusøluna í Hoydølum í samstarvi við Skógrøkt Landsins og Tórshavnar Kommunu.

Tá ið kappast verður í greinini cross-country (XCO), skulu súkklast uml. 35 km. Rutan var roynd í summar, og vísti seg at vera sera væl egnað til ein breiðan skara. Teknisku avbjóðingarnar ræða ikki óroyndar fjallasúkklarar og kunna súkklast av øllum, ið hava hug at royna seg. Tó krevur rutan stórt fimi og góða styrki, um tú ynskir at snúgva tær skjótt gjøgnum smølu vendingarnar og traðka undan hinum í talríku mótbrekkunum. Soleiðis verða royndu fjallasúkklarirnir eisini avbjóðaðir.

Rutan er skipað soleiðis, at súkklað verður 5 ferðir runt á einum longum teini og síðani 5 ferðir á einum stuttum teini. Hetta ger tað sera áhugavert hjá áskoðarum at fylgja endabrestinum. Vinnaratíðin verður væntandi 75 min. Málið verður við plantusøluna, har allir súkklarar koma framvið 10 ferðir. Her verður møguleiki at fáa sær ein køkubita og kaffimunn, umframt frukt ið PM Heilsøla aftur hesuferð letur.

Sum nakað nýtt, bjóða vit hugnasúkklarum, at koma og súkkla ein túr runt rutuna. Tvs. tey sum ikki ynskja at kappast, men sum gott kundu hugsa sær inspiratión til fjallasúkkling. Hugnasúkklarar byrja 45 min áðrenn kappingina, har tey verða víst runt av royndum fjallasúkklara.

Øll eru vælkomin at luttaka og kappingin er fyri bæði unglingar og vaksin hjá kvinnum og monnum. Súkklarar verða bidnir at møta stundisliga til kappingina, ið byrjar kl. 14.00.

Luttøkugjaldið er 50 kr og verður goldið við innritan.

Skráin fyri kappingina er soleiðis

13.00 Innritan byrjar og upphiting á rutuni er loyvd
13.15 Felags royndartúrur fyri óroynd og hugnasúkklarar
13.30 Innritan steðgar
13.50 Luttakarar standa klárir við málið
14.00 Kappingarbyrjan

Vegna fyrireikararnar

 

Høgni Rúnason Øster

Fartlf.: +298 211231

e-mail: hogni@mynd.in