«2018»Í dag«Okt»
1 2 3 4 5 6 7
8 9 10 11 12 13 14
15 16 17 18 19 20 21
22 23 24 25 26 27 28
29 30 31        
M T M H F L S

FM 2018 - Dávur kom sá og sigraði

Hóskvøldið 4. oktobur bleiv kappast um FM heitið í Býarsúkkling, ella Criterium, sum tað eisini eitur. Danir kalla tað "gadeløb". Orðið hóskar seg væl til kappingina hóskvøldið tá vit koyrdu á smølu og trongu gøtunum í hjartanum av Havnini, og í gomlu Havnini. 

Uppmøtingin var góð og lagið var gott á øllum teimum mongu súkklarunum sum stillaðu upp hóskvøldið. Ruskveður var og vegirnir vóru tí vátir í støðum. Vindurin vaks sum minuttirnir gingu. 
Løgreglan bað okkum um at flyta kappingina so ferðslan í býnum hevði lagt seg áðrenn byrjað bleiv. 
Gráa veðrið, og tað, at vit nú skriva oktobur, gjørdi eisini at tað bleiv skýmligt langt áðrenn vinnarin kom á mál.
Dávur Magnussen og Helgi Winther Olsen vóru favorittar at fara við FM heitinum. Dávur lat ongan iva vera, og tá kappingin var hálvrunnin hevði hann slitið seg leysan frá feltinum. Tó megnaði Helgi leingi at halda tørn og við sínum framúr góða teknikki at vinna sekundir tá koyrt bleiv um nógvu hornini á rutuni og framvið "Gladehjørn"! 

Dávur vann sum sagt trygt, men ein annar, ið eisini gjørdi um seg hóskvøldið var Henrik Kølleskov. Henrik er kendur frá Team Rynkeby, og orkar hann tí væl at súkkla. Haraftrat hevur hann góðan súkkluteknik, og skyldast hetta nokk hansara mongu túrar á hansara Harley. Hetta hevði við sær, at hann hóskvøldið vann sær eitt flott fjórðapláss.

FM 2018 byrjaði við einum braki, har fyriskipaðar kundu gleðast yvir, at tað var Býarsúkkling, ið bleiv súkklað hóskvøldið, og ikki einkultstartur niðan á Sornfelli. Var so, so var kappingin avlýst.

FM 2018 var byrjað. Vinnarin funnin og dagin eftir skuldu súkklarar kappast um FM í Einkultstarti, einum heldur óvanligum Einkultstarti - einum Fjallaeinkultstarti. Súkklarar fóru heim. Heim at hvíla seg og mentalt at fyrireika seg til næstu kapping og til harða teinin niðan á Sornfelli.

Úrslit, FM í Býarsúkkling, menn:

1. Dávur Magnussen
2. Helgi W. Olsen
3. Gunnar Dahl-Olsen
4. Henrik Kølleskov
Jákup Petur Eliasen
Bogi Kristiansen
Jan Hjaltalin Olsen
Áslakkur Nea
Tóri Thorleifsson
Sigmundur Olson
Eivind A. Hansen
Uni Vitalis - DNF

Úrslit, FM í Býarsúkkling, kvinnur:
1. Elsa Bech
2. Annelisa Møss