«2017»Í dag«Mai»
1 2 3 4 5 6 7
8 9 10 11 12 13 14
15 16 17 18 19 20 21
22 23 24 25 26 27 28
29 30 31        
M T M H F L S

FM 2015 í landavegsúkkling verður í døgunum frá 13. til 15. august

Sambært kappingarkalendarinum hjá TSF, so skuldi tær tríggjar FM kappingarnar í landavegsúkkling verða miðan septembur, men orsaka av at tá eru fleiri av okkara sterkastu súkklarum farnir av landinum aftur, so verður kappingarnar fluttar ein mánað fram, t.e. í døgunum frá 13. til 15. august.

Kappast verður soleiðis:

Hósdagin 13. august: Landavegsúkkling. Startur og mál verður við Wenzel í Havn. Kappingin byrjar kl. 18.00. Teinurin er uml. 80 km.

Fríggjadagin 14. august: 30 km einkultstartur. Startur og mál verður við FK í Miðvági. Kappingin byrjar kl. 18.00.

Leygardagin 15. august: Býarsúkkling. Startur og mál verður við Wenzel í Havn. Koyrt verður 45 minuttir pluss 2 umfør. Kappingin byrjar kl. 16.00.

Unglingar, kvinnur og motionistar hava eisini møguleika at kappast um FM heitið. Koyrt verður á somu teinum, men nakað styttri.

Verður nøkur broyting viðv. rutu o.ø. so verður tað kunnað her og á Facebook - í bólkinum Súkkling og Triathlon í FØ.