«2017»Í dag«Mai»
1 2 3 4 5 6 7
8 9 10 11 12 13 14
15 16 17 18 19 20 21
22 23 24 25 26 27 28
29 30 31        
M T M H F L S

Fjallakongurin Dávur

Í góðveðrinum ígjár skipaði TSF fyri enn einari súkklukapping. Hesa ferð var tað landavegsúkkling, og hesa ferð gekk leiðin niðan í fjøllini. Niðan á Oyggjarvegin og allan vegin niðan á Sornfelli.

Tað var Dávur Magnussen, ið vann strævna teigin, sum bleiv koyrdur ígjár. Dávur brúkti 2 tímar og 20 minuttir um teir 65 harðu kilometrarnar. Ikki óvæntað var tað Guðmundur Joensen, ið gjørdist næstur.

Startur og mál var við Bónus og Okkara í Hoyvík. Leiðin gekk fyrst frá Bónus, niðan eftir Karla Magnusarbreyt, eftir Vegnum Langa, og so niðan á Oyggjarvegin. Leiðin gekk síðan til Kollafjarðadal. Leiðin gekk síðan niðan á Sornfelli áðrenn koyrt bleiv móti Havnini aftur. Komnir til Havnar skuldu koyrast trý umfør á økinum Karla Magnusarbreyt, Løgmansbreyt, Klingran, Vegurin Langi, Kirkjustræti og Karla Magnusarbreyt.

Menn fylgdust til Hotel Føroyar, men so slitnaði feltið. Fyrst duttu Uni Vitalis og Tummas Óli Olsen av, og síðan Jan Hjaltalin.

Dávur Magnussen, Guðmundur Joensen og Gunnar Dahl-Olsen fylgdust til brekkuna niðan úr Mjørkadali. Her mátti Gunnar sleppa ungu súkklarunum.

Við Hundsarabotn fekk Gunnar teir fremstu aftur, og løtu seinni eydnaðist tað Jan Hjaltalin, sum í ár hevur ment seg nógv, at koyra teir fremstu uppaftur, hetta ávegis niðan úr Kollafjaradali.

Dávur og Guðmundur vóru væl koyrandi, og ferðin bleiv aftur sett upp niðan úr Kollfjarðadali. Jan og Gunnar mistu enn einaferð “bakhjólið”.

Hálva leið niðan á Sornfelli royndi Dávur enn einaferð at sleppa frá Guðmundi, og nú riggaði. Dávur økti, og var fyrstur niðan á toppin at venda. Sýnið var fimm metrar, men Dávur setti eisini ferð á oman eftir.

Dávur økti og økti, og tá avtornaði vann Dávur við fýra minuttum.

  • Taktikkurin hjá mær var at koyra allar brekkurnar við góðum tempo, og av og á at rykkja frá feltinum, og sostatt at møða hinar. Eg slapp frá Guðmundi hálvan vegin niðan á Sornfelli, segði ein vælnøgdur og troyttur Dávur Magnussen eftir kappingina.

Úrslit, 65 km landavegsúkkling:

  1. Dávur Magnussen, 2 tímar 20 minuttir 10 sekund

  2. Guðmundur Joensen, 2.24.11

  3. Gunnar Dahl-Olsen, 2.27.30

  4. Jan Hjaltalin, 2.37.10

  5. Uni Vitalis, 2.47.10

  6. Tummas Óli Olsen, 2.27.15

Næsta kapping verður leygardagin 18. juni. Tá verður kappast í einkultstarti. Rutan sæst á www.tsf.fo, Kappingarkalendarin fyri 2016.