«2020»Í dag«Aug»
31         1 2
3 4 5 6 7 8 9
10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23
24 25 26 27 28 29 30
M T M H F L S

Fjálgt á toppinum

Í dag, leygardagin 23. mai, var aftur kapping á skránni. Hesa ferð í Einkultstarti. Teinurin í dag gekk frá Hotel Føroyum, niðan á Kleynisvarða, og til Mjørkadal. Málið var uppi á Sornfelli, á 650 metra hædd. Hóast stutt, so var dagsins teinur harður. Teinurin er góðar 15 kilometrar langur.

Aftur í dag var Dávur Magnussen fyrstur um málstrikuna. Hann byrjaði síðstur, og var fyrstur um málstrikuna, tvs. skjótastur. Dávur brúkti 39 minuttir og 58 sekund um teinin. 
Jákup Petur Eliasen gjørdist næstur, og hann brúkti 43 minuttir og sjey sekund um teinin, tvs. 3 minuttir eftir vinnaran. 

Veðrið at súkkla var framúr gott. Tað var vátt, men lítil og ongin vindur var meðan kappast varð. Eisini var nakað av mjørka í dag, men ikki í Mjørkadali, har sólin hevði hug at kaga fram. So alt í alt góð kappingarlíkindir. 


Úrslitið, 15 km Einkultstartur, Hotel Føroyar - Sornfelli:

1. Dávur Magnussen, 39 minuttir og 58 sekund
2. Jákup Petur Eliasen, 43:07
3. Gunnar Dahl-Olsen, 45:01
4. Jan Hjaltalin Olsen, 53:25

Kappingin í dag var samstundis triðja av fimm Einkultstartskappingum, í GIANT Várkappingini 2020. Samlaða úrslitið er eisini viðheft her.

Komandi vikuskifti verður aftur kappast, men áðrenn kappingina 2. Hvítusunnudag, hava øll møguleika at koma við, tá Tórshavnar Súkklufelag skipar fyri einum motions súkklutúri. 
Koyrt verður frá Effostøðini í Kollafjarðadali til Magnstøðina við Streymin, og aftur til Kollafjarðadal. Teinurin er góðar 50 kilometrar, og steðgað verður við Magnstøðina soleiðis, at ein fær keypt sær okkurt at sløkkja tostan við ea. Motiónssúkklingin verður leygardagin 30. mai kl. 15.

2. Hvítusunnudag verður kappast í Landavegsúkkling, og tá verður byrjað í Tórshavn. Leiðin gongur gjøgnum bergholið til Tjørnuvík, til Gjáar, og so niðan aftur á Eiðisskarð, har málið er.

GIANT várkappingin 2020, samlaða úrslitið, eftir 3. umfa