«2020»Í dag«Okt»
      1 2 3 4
5 6 7 8 9 10 11
12 13 14 15 16 17 18
19 20 21 22 23 24 25
26 27 28 29 30 31  
M T M H F L S

Favoritturin vann

Tað var Dávur Magnussen sum gjørdist FM vinnari í Býarsúkkling. Dávur var favorittur at vinna FM heitið í Býarsúkkling, men hann var ikki eina um at vera favorittur, tí Helgi W. Olsen er altíð væl fyri, og sera stinnur í hesari grein, og hevur vunnið FM heitið í hesari grein áður.

Kappast bleiv vestanfyri. Velbastað var karmur um kappingina í ár. Startur og mál var við bryggjaríið Okkara. 
Koyrt bleiv frá Okkara niðan á landsvegin, inn móti Velbastað, og siðan eftir Ervavegi, fyri síðan at koyra niðan móti Okkara aftur. Koyrt bleiv í 40 minuttir, og síðan eitt "finaluumfar".
Kappingin var ikki meir enn byrjað tá Dávur og Helgi settu ferð á. Hesir teljast millum okkara sterkastu súkklarar, og eftir ein góðan umgang, sluppu teir frá feltinum, sum í gjár taldist Jákup Petur Eliasen, Hilmar Hansen, Jan Hjaltalin Olsen og Gunnar Dahl-Olsen.

Favorittarnir "traðkaðu á speedaran", og so megnaðu Jákup Petur, Hilmar, Jan og Gunnar ikki at halda tørn, og máttu "sleppa". Dávur og Helgi øktu aftur til feltið, og Jákup Petur, Hilmar og Gunnar sóu tí skjótt, at tað var ikki FM heitið teir nú kappaðust um. 
Dávur var væl fyri, og á triðja umgangi bleiv traðkið niður í pedalurnar enn harðari, og í brekkuni niðan móti Okkara, megnaði Dávur tí at koyra frá Helga. 

- Eg koyrdi næstan alt eg kundi fyrstu tríggjar umgangirnar fyri at troytta Helga. Í triðja umgangi sá eg, at Helgi ikki lá beint aftanfyri meg. Koyrdi tí alt eg kundi fyri at økja, segði ein vælnøgdur Dávur Magnussen eftir kappingina.
Tá avtornaði vann Dávur við einum góðum minutti á Helga.
Triðjur á mál gjørdist Jákup Petur Eliasen.

Elsa Berg gjørdist FM vinnari hjá kvinnum, og Jón Ellingsgaard vann motiónsbólkin.

Í nú fleiri ár hevur FM verið skipað soleiðis, at kappingarnar (Býarsúkkling, Einkultstartur, og Landavegsúkkling) liggja dag um dag.
Í kvøld verður kappast í Einkultstarti, og koyrt verður millum Hvalvík og Saksun. Kappingin byrjar kl. 18.
Í morgin, leygardagin 26. septembur, verður kappast í Landavegsúkkling. Tá verður byrjað á Vaglinum í Havn, og byrjað verður klokkan 15. Leiðin gongur gjøgnum Sundalagið. Málið verður Eiðisskarð.

Úrslitið frá FM í Býarsúkkling sæst her:

https://www.webscorer.com/race?raceid=223160