«2017»Í dag«Nov»
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29 30      
M T M H F L S

Tað var Torkil Veyhe sum vann ársins útgávu at Volvo Kring Føroyar

Kring Føroyar er nú liðugt, og vinnarin gjørdist Torkil Veyhe. Undan kappingini var Torkil favorittur at vinna kappingina, og tað bleiv sum spátt varð. Men á Oyggjaleikum á Gotlandi vóru fyrireikarar spentir um hvussu leikur fór, tí bæði Torkil og Dávur Magnussen vóru í stórformi, og tí hevði tað verið stuttligt um tað bleiv til eina duel millum hesar báðar súkklarar, sum báðir koyra í besta bólki í Danmark. Meðan Torkil luttók allar dagarnar, so luttók Dávur bert fríggjadagin. Torkil vann allar kappingarnar. Sannførandi.

Silvur til Jan

Hinvegin bleiv spenningur um silvurið. Jan Hjaltalin Olsen hevur ment seg nógv síðan hann av álvara byrjaði at súkkla, og kappingin um silvurið stóð hesa ferð millum Jan og skotan Andrew MacLoud.

Í ársins útgávu av Volvo Kring Føroyar vóru nógv fjøll, og tá Jan er stinnur í fjøllunum, var tað hann, ið samlað gjørdist nummar tvey.

Hini árini hevur Kring Føroyar kappingin vart í fimm dagar, og fyrireikararnir hava hvørt ár lagt seg eftir, at koyra á so nógvum oyggjum sum tilber.

Frá Vágunum til Klaksvík, frá Tvøroyri til Sumbiar, frá Tórshavn til Runavík og so framvegis.

Í ár var tað so, at tá tilmeldingarfreistin var úti, vóru ov fáar tilmeldingar komnar inn. Av somu orsøk sóu fyrireikararnir seg noyddar at siga nei við fleiri útlendingar, sum vildu luttaka í Volvo Kring Føroyar 2017.

Besta úrslit í føroyskari súkklusøgu

Stemningurin í súkklihópinum var góður eftir bestu Oyggjaleikaúrtøku nakrantíð, og við einum gulli, tveimum silvur og tveimum bronsu heiðursmerkjum í trimum kappingum bleiv avgjørt, at skipa fyri Volvo Kring Føroyar 2017 kortini.

Í ár bleiv tað so til tríggjar etapur. Tríggjar etapur sum allar byrjaðu og endaðu í Havn. Tað bleiv byrjað hjá høvuðssponsorinum Bilasølan Wenzel, og tað bleiv endað hvønn dag hjá Wenzel.

Teinarnir í ár vóru soleiðis:

Dagur 1, 90 km:

Tórshavn – Oyggjarvegur – Vestmanna – Oyggjarvegur – Tórhavn

Dagur 2, 131 km:

Tórshavn – Kaldbakstunnilin – Eiði – Saksun – Kaldbakstunninil – Tórshavn

Dagur 3, 125 km:

Tórshavn – Kaldbakstunnilin – Norðskálatunnilin – Funningsbotn – Funningur – Eiðisskarð – Oyggjarvegur – Tórshavn

Meðan súkklarar í opna bólkinum skuldu súkkla góðar 350 kilometrar, so skuldu motionistar, unglingar og kvinnur súkkla góðar 200 kilometrar.

Tað bleiv til 20 súkklarar harímillum ein skoti, ein týskari, tvey úr Orknoyggjum.

Tvær kvinnur

Spenningur var eisini millum kvinnurnar. Seks kvinnur høvdu boðað frá luttøku, men mangan brestur ætlan. Ein av favorittunum gjørdist sjúk, og ein breyt sær hondina ávegis til París við Team Rynkeby Føroyar.

Men tvær stríddust um gullið. Í fyrstu etapu hevði Birita Poulsen trupulleikar við súkkluni, og misti sostatt nøkur tídningarmikil sekund. Hon vann tvær av trimum kappingum, men samlaður vinnari gjørdist Olga Hamilton úr Orknoyggjum. Ein kann ergra seg um tekniskar trupulleikar, men tað er ein partur av súkklingini, og tí er umráðandi undan hvørjari kapping, at ganga súkkluna ígjøgnum frá a til z.

Ársins útgáva av Volvo Kring Føroyar er sum sagt liðug, og enn einaferð gjørdist føroya sterkasti súkklari vinnari av kappingini.