
Helgi skjótastur niðan á Mýrarnar
Kappingarárið hjá Tórshavnar Súkklufelag er júst byrjað, og Skírishósdag bleiv kappast í Landavegsúkkling. Hetta er triðja kappingin í ár, og hóast harða kapping frá Dávur og Jákup Petur Eliasen, so var sigurin hjá Helga W. Olsen triði sigurin á rað. Tríggjar kappingar og tríggir sigrar.Kappast bleiv sum áður nevnt í Lanavegsúkkling og teinurin var úr Havn, til Kaldbak, gjøgnum Kollafjørð, og so bieiv vent í Hósvík. Leiðin gekk síðan úr Hósvík til Leynar, og síðan til Vestmanna. Komnir til Vestmanna skuldu súkklararnir at enda koyra drúgva teinin niðan á Mýrarnar, har málið var.
Eitt sindur av vindi, men fagrasta veður.
Tað var tætt í gjár, og tað var spennandi. Seks mans stillaðu upp í Opna bólkinum, og hesir fylgdust til Kollafjørð. Ferðin øktist, og løtu seinni høvdu Helgi, Dávur Magnussen og Jákup Petur Eliasen lagt seg á odda. Nakað aftanfyri lógu Jan Hjaltalin Olsen, Jóan Petur Joensen og Óli á Gravarbø.
Helgi, Dávur og Jákup Petur fylgdust til Kvívík, tá ferðin aftur øktist. Helgi royndi at sleppa undan, og meðan Dávur megnaði at halda tørn, so mátti Jákup Petur ásanna, at í dag vóru hinir sterkari.
Dávur og Helgi øktu, og skjótt var greitt, at vinnarin skuldi finnast millum hesar báðar. Málið var sum sagt við Mýararnar, og komnir til demningin gjørdi Helgi enn eina roynd at sleppa frá Dávur. Tað eydnaðist, og so bleiv tað til mann ímóti manni.
Helgi økti, men Dávur helt tørn. Tað sást at báðir fóru eftir sigrinum og teir góvu tí alt teir áttu. Helgi økti, men Dávur svaraði aftur. Tað minkaði nakað, men gullið átti Helgi, ið, tá avtornaði, vann kappingina við tólv sekundum. Tað var tætt og tað var spennandi.
Jákup Petur Eliasen gjørdist triðjur um mállinjuna, og Jákup Petur kom á mál góðar ellivu minuttir eftir vinnaran.
Tætt í 2. bólki eisini
Bólkur 2 koyrdi úr Havn, til Kollafjørð, og síðan beina leið niðan á Mýrarnar. Sjey mans vóru í hesum bólki.
Eisini í hesum bólki var speningur í til síðsta sekund. Flóvin Eidesgaard, Tórarinn Didriksen og Kjartan Egholm vóru rímuliga javnir tá seinastu kilometrarnir skuldu koyrast niðan á Mýararnar. Flóvin lá á odda, men stutt eftir hann komu Tórarinn og Kjartan.
Flóvin økti, men Tórarinn svaraði aftur. Kjartan var somuleiðis knáur, og spenningurin øktist, jú nærri hesir narkaðust málinum.
Flóvin var stinnastur og tað var tí hann sum var fyrstur um málstrikuna. Tórarinn bleiv nummar tvey og Kjartan kom á mál sum nummar trý.
Úrslit frá kappingini kunnu síggjast á heimasíðuni hjá sst.fo:'