«2017»Í dag«Sep»
        1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28 29 30  
M T M H F L S

Enn ein einkultstartur, og enn ein sigur til veteranin

Leygardagin skipaði TSF fyri triðju av fimm einkultstartskappingum í kappingini GIANT Várkappingin 2017. Í hesari kapping verður bara kappast í einkultstarti.

Tað var tíðliga á morgni, tað var nógvur vindur og tað var kalt. Dómarin avgjørdi tí at flyta kappingina. Eftir ætlan skuldi súkklast um Oyggjarvegin, ein teinur á uml. 42 km.

Vegna ov nógvan vind við Mjørkadal so bleiv rutan broytt, og ístaðin bleiv súkklað millum rundkoyringarnar við Svimjihylin í Gundadali, við Skansan og við Føroya Tele. Hesin teinur er uml. 9,5 km langur, og bleiv tí koyrdur fýra ferð. Kvinnur og unglingar skuldu koyra teinin tríggjar ferð.

Uppmøtingin var ikki góð, men eitt konubrot og fimm MENN (ella víkingar, sum hr. Bærentsen plagar at taka til) bjóðaðu sær sjálvum og hinum av. Tveir "gamlir" kenningar stillaðu upp. Christian Guttesen er í Føroyum um páskirnar, og Áslakkur Nesá er nýliga fluttur heim aftur.

Væl gekk hjá Christian, og megnaði hann at vinna silvur. Veteranurin Gunnar Dahl-Olsen vann, og Jan Hjaltalin Olsen gjørdist triðjur.

Úrslitið av kappingini leygardagin sæst í viðheftu fílu, og eisini sæst hvussu er gingið í undanfarnu kappingum, og hvør liggur samanlagt á odda.

GIANT várkappingin 2017, samlaða úrslitið.xlsx