«2017»Í dag«Nov»
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29 30      
M T M H F L S


Orðini eigur Torkil Veyhe, sum vit fingu orð á eftir finaluna í Århus leygardagin. Torkil gjørdist nummar seks samanlagt í stórstu og sterkastu súkklukappingini í Danmark, PostNord Danmark Rundt 2017.

Torkil Veyhe koyrur í bestu deildini í Danmark, og súkklar í dag sum semi professionellur við Team ColoQuick.

Veðrið setti sín dám á kappingina í ár, og veðrið bleiv so ringt, at tá súkklarar høvdu koyrt góðar 100 km av 170 km hósdagin, so avgjørdi kappingarleiðarin at avlýsa kappingina.

Fríggjadagin bleiv kappast í einkultstarti, og í hesari grein er tvífaldi Oyggjaleika gullvinnarin sterkur. Tað hevur Torkil fleiri ferðir áður víst, og hann skuffaði ikki fríggjadagin.


Veðrið argaði

Aftur fríggjadagin argaði veðrið – og regnið – og tað var tí umráðandi hjá Torkil at leggja varðisliga út, fyri ikki at detta og missa tíð, ella tað sum verri var, ikki at detta og síðan fáa skaða og tí skula úr kappingini.

- Tað var aftur regn og ringt veður fríggjadagin. Men tá eg bleiv sendur avstað, var ringasta regnið av. Nógv vatn var sjálvandi á vegunum, og tað gav nakað av mótstøðu. Tað var tí ringt at halda eina góða ferð, segði ein vælnøgdur Torkil Veyhe eftir 18 km langa einkultstartin í Randers.

Torkil byrjaði varliga, og eftir fyrstu millumtíð lá Torkil nummar 55. Torkil hevði nú vant seg við ringu umstøðurnar, fór ikki í panikk og megnaði nú at økja um ferðina.

- Eri sera væl nøgdur við úrslitið og fekk disponera kreftirnar og einkultstartin væl. Tað var umráðandi fyri meg ikki at fara í panikk, sjálvt um eg legði varisliga út, segði Torkil eftir einkultstartskappingina.

Góða úrslitið hevði við sær, at Torkil fór frá einum samanløgdum 18. plássi til eitt 6. pláss. Eitt samlað 6. pláss áðrenn seinastu etapuna. Hetta var ein rættiliga góð plasering, og uppgávan hjá Team ColoQuick var tí at halda fast í hesa støðu. Gekk væl, so vildi liðið sjálvandi gera alt fyri at koma enn longur upp á stigatalvuna.


Finalan í Aarhus

- Okkara taktikkur var, at mítt 6. pláss skuldi í minsta lagi verjast, men sjálvandi eisini at gera alt fyri, at fáa meg enn longur fram í samlaðu støðuni. Tí var okkara taktikkur at leypa á tá vit koyrdu smáu umgangirnar inni í Aarhus, segði Torkil við tsf.fo.

Team ColoQuick skuldi leypa á, og liðfelagin hjá Torkil, Martin Mortensen, legði hart út og leyp á tá tað bara restaðu fýra umgangir inni í Aarhus. Taktikkurin var so at Torkil skuldi koyra upp til Martin, og so skuldu liðfelagirnir koyra saman undan høvuðsfeltinum. Men ferðin var so mikið høg í feltinum at Martin bleiv heintaður.

Jesper Schultz gjørdi eina roynd tá tað restaðu tvey umfør, men heldur ikki hesa ferð eydnaðist taktikkurin.

- Ferðin var so høg, at tað var óhugsandi hjá mær at sleppa avstað á seinasta umgangi, og tí var umráðandi hjá mær at gera alt eg kundi fyri at halda fast í mínum 6. plássi. Tað eydnaðist, og tað var fantastiskt. Eri ovurfegin um úrslitið, og er hetta eitt stórt úrslit fyri meg, segði ein vælnøgdur Torkil Veyhe eftir fimtu og seinastu etapuna í PostNord Danmark Rundt 2017.

Eitt gott ár

Eitt gott kappingarár hjá Torkil er nú at enda komið. Gull og silvur og bronsu á Oyggjaleikum, eitt framúr gott úrslit í DM fyrr í ár, og so eitt samanlagt 6. pláss í sterkastu kappingini í Danmark. Elitan í Danmark luttekur, sterkastu liðini í Danmark luttaka, og eisini fleiri útlendskir súkklarar úr heimselituni luttaka. Harímillum føroya okkara sterkasti súkklari, Torkil Veyhe.

Tað bleiv til eitt 6. pláss, men bara 45 sekund vóru upp til 3. plássið, sum Casper Pedersen frá Giant Castelli vann sær.

Í seinasta umfari á triðu etapu misti Torkil nógv tídningarmikil sekundir, tá hann á seinasta umfari í brøttu brekkuni í Vejle, Kiddesvej, fekk eina defekt á bakhjólið. Kanska misti Torkil samanlagda 3. plássið í Vejle?

Um tvær vikur skal Torkil so luttaka í Føroyum, tá FM í landavegsúkkling stendur á skránni. Ongin ivi er í at hann er favorittur at vinna øll trý FM heitini, men Kiddesvej í Vejle er ikki tað sama sum langa vegin niðan á Sornfelli. Livst so spyrst.

Sáttmálin við Team ColoQuick gongur út um ársskiftið, og so verður spennandi at frætta hvar leiðin so gongur, ella hvat lið Torkil skal koyra á komandi kappingarár.

Torkil var sum sagt liðskipari á ColoQuick, so ongin ivi er í, at liðið fegin vil longja sáttmálan við evnaríka súkklaran. Men onnur lið liggja eisini framvið. Spennandi verður at frætta.