«2017»Í dag«Jun»
      1 2 3 4
5 6 7 8 9 10 11
12 13 14 15 16 17 18
19 20 21 22 23 24 25
26 27 28 29 30    
M T M H F L S

Eitt sekund millum eitt og tvey

Bert eitt sekund skilti nummar eitt og tvey í gjár, tá TSF skipaði fyri fyrstu súkklukappingini í hesum kappingarárinum.

Árið byrjaði við einum einkultstarti, og kappast var á teininum millum Kaldbaksbotn og Kaldbaksbygd. Tað er ein teinur á 8 km. Teinurin skuldi koyrast tríggjar ferðir. Altso ein 24 km einkultstartur.

Kappingarkalendarin er drúgvur í ár, men fyrsta kappingin er somuleiðis ein av fimm einkultstartskappingum, ið sokallaðu GIANT Várkappingin 2017.

Kanska ikki fýra, men fleiri árstíðir upplivdu súkklararnir ígjár, leygardagin 4. mars. Byrjað var í sól og á turrum asfalti. Hetta broyttist til helglingsæl, til vátt asfalt og nógvan vind.

Men menn stríddust fyri lívinum og vildu fáa teinin afturum sum skjótast.

Og tað vóru fleiri mans, ið bjóðaðu sær sjálvum og hvør øðrum av í ársins fyrstu súkklukapping. Ellivu stillaðu upp til start.

Í oddinum var spenningur í, tí tætt var millum Jóanis Albert , Hilmar Hansen og Gunnar Dahl-Olsen. Jóanis Albert legði hart út, og skjótt førdi hann við 30 sekundum. Hilmar var væl koyrandi og hann helt góða ferð. Men langt var eftir á mál, og veðrið argaði allar.

Sum klokkan gekk nærkaðist Gunnar alt meir og meira Jóanis Albert, sum leingi stóð til at vinna. Tá farið var út á seinasta umfar vóru bert 15 sekund millum Jóanis Albert og Gunnar. Hilmar Hansen var væl við, men meðan munurin styttist millum Jóanis Albert og Gunnar, so øktist frástøðan aftur til Hilmar. Tá avtornaði var tað bara eitt sekund, ið skiltu Jóanis Albert og Gunnar. Tað var ikki ungi vágamaðurin, ið vann, men Gunnar. Gunnar brúkti 41 minuttir og 59 sekund um teir 24 km, og Jóanis Albert 42 minuttir. Hilmar kom á mál sum nummar trý, og hann brúkti 42 og 49 sekund.


Úrslitið sæst í viðheftu fílu. 

 

GIANT várkappingin 2017, samlaða úrslitið.xlsx