«2017»Í dag«Sep»
        1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28 29 30  
M T M H F L S

Hetta var onnur av tveimum kappingum í einum og sama vikuskifti. Umleið 400 km á asfalinum, og so kortini hava kreftir til at sita í einum sterkum trímanna útbroti, sum helt á mál.

Eitt sera flott úrslit hjá Torkil tá hugsað verður um, at hann eisini kappasðist tveir dagar frammanundan, og tá eisini vann sær eitt gott og heiðurligt úrslit.

Tíðliga í kappingini sluppu Torkil, Martin Toft Madsen og Troels Rønning Winther avstað. Henda trio arbeiddi væl saman, og nettup tí fingu teir eitt stórt "hol" aftur til feltið. Tá avtornaði, og vinnararnir funnir, var hálvur fjórði minuttir aftur til feltið.

Tað kundi verið Torkil, tað kundi blivið Troels Winther, men tað bleiv Martin T. Madsen, ið fór við sigrinum. Allir tríggir vóru sjálvsagt væl koyrandi, og tá tað nærkaðist málinum kom taktikkur í. Teir skiftust um at sleppa avstað frá hvørjum øðrum. Torkil gjørdi fleiri royndir. Hann bleiv koyrdur inn aftur, og so gjørdu kappingarneytarnir somuleiðis eina roynd at sleppa avstað. Tá umleið 10 km vóru eftir á mál slapp Martin Toft Madsen avstað. Torkil og Troels Winther kundu ikki semjast um hvør skuldi koyra Martin inn aftur, og so hendi tað sum so ofta hendir í súkkling, at taktikkurin millum tvey og trý kemur oddamanninum tilgóðar. Martin økti og økti tí aftur til Torkil og Troels, og vann sostatt ein tryggan sigur.

Úrslitið av kappingini kann lesast her:

http://feltet.dk/rdb/loeb/2017/skive-loebet/