«2017»Í dag«Sep»
        1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28 29 30  
M T M H F L S

Ein risi á einari GIANT

Eitt sera gott vikuskifti innan súkkling. Sunnudagin gjørdist Torkil Veyhe nummar tvey í sterkasta bólki, og leygardagin ger Dávur Magnussen ikki mætari enn at vinna kappingina í næstbesta bólki í Danmark, B-bólkinum.

Tað bleiv spurtað um sigurin, og ilt var at taka dagar ímillum eitt og tvey, men Dávur vísti aftur hvar skápið skuldi standa, var fremstur og vann kappingina, og heili 8 stig.

So væl hevur gingið hjá Dávur síðan hann flutti niður, at hann nú bert manglar eitt stig fyri at flyta upp í sterkasta bólk. Tá skal hann m.a. kappast móti landsmanni sínum, Torkil Veyhe. Var tað spennandi at flygja við súkkling í Danmark, so verður tað enn meira spennandi seinni í ár, og í komandi ár, tá tveir føroyingar fara at kappast millum proffarnar í Danmark.

- Eitt útbrot slapp avstað, men feltið har eg sat var so mikið væl koyrandi, at eg valdi at halda aftur, at spara meg. Tá umleið 35 km vóru eftir, heintaðu vit útbrotið. Tá fór eg beinavegin avstað saman við tveimun øðrum, og vit megnaðu at halda tørn, og fylgdust restina av kappingini. Tað bleiv spurtað um sigurin, segði ein glaður Dávur Magnussen eftir kappingina.

Tað bleiv spurtað um sigurin, og her var tað Dávur, ið dróg longsta stráðið, og vann kappingina.

Her ber til at síggja úrslitið frá kappingini í Hillerød leygardagin:

http://resultater.cyklingdanmark.dk/testnetviewstillingen.php?id=526&runder=6&viewtype=total&klasse=B&ucistil=0&virtuel=0&boks=0&pshow=