«2017»Í dag«Apr»
          1 2
3 4 5 6 7 8 9
10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23
24 25 26 27 28 29 30
M T M H F L S

Ein risi á einari GIANT

Dávur Magnussen var sterkur sum ein risi leygardagin, og gjørdist tí fyrstur á einari GIANT Trinity, tá hann leygardagin slóð rutumetið á tí sokallaða "Einkultstarts klassikarinum". Teinurin er 29 km langur, og gongur úr Tórshavn til Kaldbak og aftur til Havnar. Mál og startur er við Plantusøluna við Hvítanesvegin. 

Stutt kann man siga um kappingina leygardagin, at undirtøkan var út av lagi vánalig, men úrslitið heilt fantastiskt.

Veðrið var framúr gott at koyra einkultstart, og fyrireikararnir høvdu tí roknað við at sæð væl fleiri luttakarar.

Tað var eystan í ættini, og tí gekk framúr skjótt at koyra av Sandvíkahjalla til Kaldbaksbótn. Brekkurnar heim aftur vóru hinvegin eitt sindur tungar at koyra, eftirsum tað var mótvindur aftur á mál. Hóast tað, so var ferðin hjá Dávur sera høg niðan gjøgnum drúgvu brekkuna við Sandvíkahjalla, og eisini niðan gjøgnum brekkuna við Hvítanes.

- Ein bilur koyrdi út á Hvítanesvegin frá Mannbrekku. Hetta forðaði mær eitt sindur. Misti nøkur sekundir har, men annars eri eg sera væl nøgdur við úrslitið, segði ein vælupplagdur Dávur Magnussen eftir kappingina.

Vanligt er at dómarin, ella kappingarleiðarin, koyrur aftaná tí besta og sterkasta súkklaranum. So var eisini leygardagin. Jóhan Jacobsen var dómari, og í bilinum sat eisini Sverri Mohr Edvinsson. Báðir vóru á einum máli í, at sititeknikkur, og mátin Dávur traðkaði, var framúr góður.

Einkultstartslegendan, vágbingurin Rógvi Johansen, hevur enn føroyska metið. Hetta setti hann í 2000, tá hann koyrdi næstan sama tein uppá 41 minuttir og 5 sekund.

Í 2000 bleiv koyrdur ein annar teinur. Báðir teinar eru líka langir. Løgreglan ynskti at TSF flutti teinin, eftirsum teir mettu, at gamli teinurin var ov vandamikil at koyra. TSF fylgdi ráðunum frá Løgregluni, men eftirsum talan ikki er um júst sama tein, er eitt sindur ringt at samanbera tíðirnar.

Teinametið á nýggja teininum, ella "Einkultstartsklassikarinum, eigur Gunnar Dahl-Olsen. Tíðin er frá 2002, og tá koyrdi Gunnar teinin uppá 42 minuttir og 20 sekund. Dávur Magnussen slóð sostatt 14 ára gamla metið hjá Gunnari.

Óansæð hvat. Nógvir hava roynt seinastu nógvu árini og leygardagin eydnaðist tað so hjá Dávur at seta nýtt teina met. Dávur vann við tíðini 42 minuttir og 6 sekund. Hetta gevur eina meðalferð uppá 41,34 km/t.

Úrslit, 29 km:

1. Dávur Magnussen, 42 minuttir og 6 sekund

2. Gunnar Dahl-Olsen, 45:59

3. Evald Rasmussen, 58:28