«2017»Í dag«Mai»
1 2 3 4 5 6 7
8 9 10 11 12 13 14
15 16 17 18 19 20 21
22 23 24 25 26 27 28
29 30 31        
M T M H F L S

Skírðishósdag bleiv kappast í Landavegsúkkling. Hóast at kappingin byrjaði klokkan sjey á morni, ja so var uppmøtingin góð. Ikki færri enn níggju mans stillaðu upp til kappingina.

Koyrt var millum rundkoygingina við Skansan og rundkoyringina á Hamarinum. Ein lítil "sloyfa" var á rutuni, og tað var teinurin rundan um Tekniska Skúla. Hetta bleiv koyrt á veg út á Hamarin. Tað bleiv koyrt niðan framvið bilasøluna Wenzel, niðan til millum Horna, og so oman aftur á Ringvegin, áðrenn leiðin gekk um brúnna, og niðan á Hamarin. Ein teinur á 17 kilometrar. Hesin skuldi koyrast fimm ferð, altso góðar 85 kilometrar.

Tað bleiv lagt varliga út. Tað var tíðliga, tað var kalt, tað sirmaði og tað var langt á mál. Sólin kagaði fram og ferðin gjørdist hægri og hægri. Eftir góðar 25 kilometrar høvdu fimm mans lagt seg á odda. Christian Guttesen, Jógvan Højgaard, Jan Hjaltalin Olsen, Hilmar Hansen og Gunnar Dahl-Olsen.

Løtu seinni misti Christian. Tað styttist á mál, og menn gjørdu fleiri royndir at redusera útbrotið. Serliga vóru tað Jan og Hilmar, ið høvdu ein góðan dag. Hesir lupu á fleiri ferðir. Jógvan og Gunnar vóru ikki fyri ongum, og megnaðu hvørja ferð at koyra útbrotini inn aftur.

Nú vóru bara 3 km á mál, og tá kom rættiligur taktikkur í. Ongin vildi taka initiativið, og allir lúrdu eftir hvør øðrum. Jan var ivrigastur, og tað var hann, ið opnaði spurtin. Allir vóru klárir, og endaspurturin var nú byrjaður. Tætt var millum Jógvan, Jan, Hilmar og Gunnar. Í so tætt. Jan rendi í Gunnar, og datt. Gunnar slapp tó snikkaleystur.

Menn vóru heitir og tevjaðu gull. Spurturin helt fram, og í harðari kapping við Jógvan og Hilmar, átti Gunnar munin og vann endaspurtin við einari súkklulongd.

Dramatikkur við Skansan, men til alla lukku ongin fólkaskaði. Jan megnaði at súkkla á mál.

Úrslit, 85 km Landavegsúkkling

1. Gunnar Dahl-Olsen, 2 tímar 44 minuttir 18 sekund

2. Jógvan Højgaard, 2.44.19

3. Hilmar Hansen, 2.44.19

4. Jan Hjaltalin Olsen, 2.45.10   

5. Christian Guttesen, 2.48.42

6. Kjartan Egholm, 2.55.00

7. Áslakkur Nesá, 3.04.12

8. Jóanis Albert Nielsen, DNF

9. Uni Vitalis, DNF


Næsta kapping verður leygardagin 22. apríl. Kappingin er samstundis ein av tveimum úttøkukappingum til føroyska landsliðið, ið skal kappast á Oyggjaleikum komandi summar. Dagin eftir verður næsta úttøkukappingin.