«2019»Í dag«Apr»
1 2 3 4 5 6 7
8 9 10 11 12 13 14
15 16 17 18 19 20 21
22 23 24 25 26 27 28
29 30          
M T M H F L S

Dávur vann trygt

Leygardagin 9. mars bleiv kappast í Landavegsúkkling. Leiðin gekk úr Havn, til Hósvík har tað bleiv vent. Leiðin gekk síðan sama veg til Havnar (gjøgnum bergholið).

Meðan starturin var við Plantusøluna við Hvítanesvegin, so var málið við Hotel Føroyar. Komnir til Havnar skuldu súkklarar koyra eftir Vegnum Langa, oman eftir Sundsvegnum, eftir Ringvegnum, og so niðan á Oyggjarvegin.

Uppmøtingin var góð, men tá feltið var komið inn í Kaldbaksbotn, fór at kava, og nakrir súkklarar avgjørdu ikki at taka nakra risiko, og settu kós aftur móti Havnini.

Nakrir hildu leiðina fram. Harímillum Dávur Magnussen, Jákup Petur Eliasen, Gunnar Dahl-Olsen, Jan Hjaltalin Olsen og fleiri.

Ferðin var høg og við "Landsfjósið" mistið Jan. Dávur, Jákup Petur og Gunnar hildu leiðina fram. Veðrið bleiv verri og verri, og ein mátti ansa sær ikki at glíða í kavanum sum hevði lagt seg við vegjaðarin.

Áraka "Landsfjósið" ávegis til Havnar, royndi Dávur á sleppa undan JP og Gunnar. Tað eydnaðist, og Dávur koyrdi løtu seinni sum vinnari um málstrikuna, sum tá var blivin undirkavað. 

Jákup Petur og Gunnar fylgdust til Brandstøðina, tá Jákup Petur slapp undan Gunnari, og tryggjaði sær eitt annað pláss.

Hjá kvinnum vóru tveir teinar. Tann eini var sum hjá monnum, og her luttók "bara" Maria Svabo Hansen. Hon hevði góða ferð á súkkluni og brúkti 2 tímar og 9 minuttir og 28 sekund um teir umleið 65 kilometrarnar.

Elsa Berg koyrdi styttra teinin, og skuldi hesin bólkur venda við Kjalnes. Elsa brúkti beint yvir 2 tímar um teir umleið 50 kilometrarnar.


Úrslit, menn, Landavegsúkkling, 9. mars 2019:

1. Dávur Magnussen, 1 tíma 44 minuttir 30 sekund

2. Jákup Petur Eliasen, 1.50.05

3. Gunnar Dahl-olsen, 1.50.12

4. Jan Hjaltalin Olsen, 1.58.55

5.  Hendrik Kølleskov, 2.07.55

Andrass Joensen, DNF

Kári Davidsen, DNF

Tóri Thorleifsson, DNF


Úrslit, kvinnur, 65 km Landavegsúkkling, 9. mars 2019:

1. Maria Svabo Hansen, 2 tímar 9 minuttir og 28 sekund

Súsanna Skylv, DNF


Úrslit, kvinnur, 50 km Landavegsúkkling, 9. mars 2019:

1. Elsa Berg, 2 tímar 2 minuttir og 42 sekund


Einkultstarturin sum skuldi verið koyrdur leygardagin 16. mars bleiv útsettur vegna tað, at fleiri av súkklarunum vóru á venjingarlegu uttanlanda. 

Tað verður boðað frá her á síðuni nær kappingin verður.