«2017»Í dag«Nov»
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29 30      
M T M H F L S

Dávur vann marathon einkultstartin

Hóskvøldið 18. juni skipaði TSF fyri einkultstarskapping. Teinurin, ið bleiv súkklaður, var frá Effostøðini í Kollfjarðadali til Áir og aftur. Hesin teinur er heilar 32 km langur

Bólkur 1 súkklaði teinin tvær ferðir og motiónsbólkurin eina ferð.

Í motiónsbólkinum var tað Jan Hjaltalin, ið gjørdist vinnari, og í bólki 1 var tað Dávur Magnussen, ið vann ein tryggan sigur. Meðan tað er Jóanis Albert Nielsen, ið vanliga vinnur á Dávur í hesari súkklugrein, ja so mátti Jóanis Albert taka til takkar við einum øðrum plássi í gjár. Meira enn fýra minuttir vóru millum ungu landsliðssúkklararnar.

Teinurin var óvanliga langur, og helst hevur hetta gjørt sítt til, at úrslitið tað tað gjørdi.

Jan Hjaltalin vann eisini ein tryggan sigur, og heilir sjey minuttir vóru niður til súkklukempuna, Evald Rasmussen. Jann koyrdi teir 32 kilometrarnar uppá 1 tíma og 4 minuttir.


Úrslit, bólkur 1, 64 km:

1. Dávur Magnussen, 1 tími 43 minuttir 44 sekund

2. Jóanis Albert Nielsen, 1.48.02

3. Gunnar Dahl-Olsen, 1.55.09


Úrslit, motiónsbólkur, 32 km:

1. Jan Hjaltalin, 1 tíma 4 minuttir

2. Evald Rasmussen, 1.10.56

3. Sámal Petur Danielsen, 1.12.33