«2017»Í dag«Mai»
1 2 3 4 5 6 7
8 9 10 11 12 13 14
15 16 17 18 19 20 21
22 23 24 25 26 27 28
29 30 31        
M T M H F L S

Dávur vann ársins fyrstu súkklukapping

Leygardagin skipaði Tórshavnar Súkklufelag fyri ársins fyrstu súkklukapping. Tað var einkultstartur, og tað var sokallaði einkultstarts klassikarin, sum kappast bleiv á.

Klassikarin er frá Plantusøluni við Hvítanesvegin í Havn, til Kaldbak og so aftur til Plantusøluna. Góðar 30 kilometur. Ein spennandi teinur, ið inniheldur bæði brekkur, og long fløt strekkir.

Møguleiki var eisini at koyra ein styttri tein. Hesin var umleið 20 kilometur. Leiðin gekk somuleiðis frá Plantusøluni, men ístaðin fyri at koyra til Kaldbaks, so skuldi vendast við oynna í Kaldbaksbotni.

Veðrið var av tí fagrasta, og hóast kuldi í luftini, so vóru umstøðurnar at kappast í einkultstarti sera góðar.

Undirtøkan var góð, og tíggju súkklarar bjóðaðu hvør øðrum av.

Tað var Dávur Magnusson, ið gjørdist vinnari av kappingini. Dávur koyrdi teinin uppá 48 minuttir og 11 sekund. Meðalferðin hjá Dávur hevur sostatt verið góðar 36 km/t. 

Dávur vann saman við Torkil Veyhe og Jóanis Albert Nielsen eitt flott bronsuheiðursmerki í einkultstarti á Oyggjaleikum í fjør, og er einkultstartur sostatt ein grein, ið Dávur stendur seg væl í. Kappingin leygardagin var sum áður nevnt ársins fyrsta kapping, og tí er onki undarligt í, at vinnaratíðin hjá Dávur liggur eitt sindur frá bestu tíð á hesum teini, ið er góðar 42 minuttir (Rógvi Johansen, Gunnar Dahl-Olsen og Sverri Mohr Edvinsson).

Næstur gjørdist Gunnar Dahl-Olsen. Bert 4 sekund var millum nummar trý og fýra. Sigmund Olsson kom á mál bert fýra sekund frammanfyri Sverra Mohr Edvinsson.

Ein kvinna stillaði upp. Tað var Tórvør Vang. Tórvør fyrireikar seg til enn ein túr við Team Rynkeby komandi summar. Tá verður tað ikki 20 km, men góðar 1200 km sum hon saman við øllum hinum "rynkunum" skulu leggja afturum.

Tórvør súkklaði teinin uppá 43 minuttir og 21 sekund.

Úrslit

Opin bólkur, menn, 29 km:

1. Dávur Magnussen, 48 minuttir og 11 sekund

2. Gunnar Dahl-Olsen, 50:35

3. Sigmund Olsson, 52:02

4. Sverri M. Edvinsson, 52:06

5. Alfred Hummeland, 52:57

6. Jógvan Højgaard, 53:06

7. Evald Rasmussen, 57:50

8. Eyvind Akraberg Hansen, 1:00:36

9. Kári Simonsen, 1:04:01


Opin bólkur, kvinnur, 20 km:

1. Tórvør Vang

Longu komandi leygardag verður aftur møguleiki at kappast. Tá verður kappast í Landavegsúkkling, og tá gongur leiðin frá Tórshavn til Saksun og aftur til Havnar. Kappingin byrjar kl. 15. Tað ber til at tilmelda seg kappingina á FB (Súkkling og Triathlon). Tey, ið ynskja at luttaka skulu møta við Plantusøluna kl. 14.30. Hesin teinur er umleið 100 km langur, men til ber eisini at koyra ein styttri tein, góðar 60 km.