«2020»Í dag«Mai»
        1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28 29 30 31
M T M H F L S

Dávur sigraði

Ístaðin fyri at koyra til Saksun og aftur til Kollafjarðadal, so bleiv avgjørt at koyra til Norðskála heldur. 
Koyrt bleiv frá Kollafjarðadali, til Norðskála, til Svínáir, og síðan suður gjøgnum Sundalagið aftur, til Effostøðina í Kollafjarðadali, har málið var.
  
Tað sást skjótt, at Dávur Magnussen hevði góð bein og at formurin nú er rættiliga góður, tí tað var hann, ið stóran part av teininum, setti ferðina í nógva vindinum norður gjøgnum Sundalagið.  


Hálva leið niðan móti rundkoyringini við Streymin rykti Dávur, setti ferð á, og fekk skjótt hol aftur til Jákup Petur og Gunnar. Nakað áðrenn mátti Jan síggja hinar fara frá sær.
Jákup Petur royndi tað hann var mentur at fanga bakhjólið hjá Dávur, men Dávur økti og økti, og Jákup Petur megnaði ongantíð at fáa Dávur aftur. 
Dávur økti og allir komu sostatt at koyra "solo" aftur á mál. Tá samanum kom vann Dávur við smáum fimm minuttum.

Úrslitið frá Landavegsúkklukappingini, Kollafjarðadalur - Svínáir - Kollafjarðadalur

1. Dávur Magnussen, 1 tíma 35 minuttir og 52 sekund
2. Jákup Petur Eliasen, 1:40:25
3. Gunnar Dahl-Olsen, 1:43:36
4 Jan Hjaltalin Olsen, 1:51:35

Kappingarnevndin hevur nú gjørt nakrar broytingar í kappingarkalendarinum. Tá nevndin hevur samtykt broytingarnar, verða hesar kunngjørdar her á heimasíðuni.
Og verða broytingarnar samtyktar, so skulu súkklarar longu í eldin aftur Kristi himmalsferðardag, tvs. hósdagin 21. mai, tá kappast verður í Landavegsúkkling. 
Kappingin byrjar kl. 15, og teinurin verður Tórshavn, Saksun, Vestmanna og niðan á Mýrarnar, har málið verður.