«2019»Í dag«Aug»
      1 2 3 4
5 6 7 8 9 10 11
12 13 14 15 16 17 18
19 20 21 22 23 24 25
26 27 28 29 30 31  
M T M H F L S

Dávur gjørdist samlaður vinnari av GIANT Várkappingini 2019

Fimta og seinasta umfar av GIANT Várkappingini 2019 bleiv koyrt í dag. GIANT Várkappingin er ein kapping har tað bara verður kappast í einkultstarti. Súkklarin koyrur kapp móti sær sjálvum og tíðini.

Byrjað var klokkan 8 í morgun og var orsøkin til tíðliga startin tann, at fleiri túsund føroyingar skuldu renna Royal Run í Klaksvík saman við prins Fredrik, og at kappingin sostatt skuldi avgreiðast áðrenn allir bilarnir settu kós móti Klaksvík. Tað var kanska eisini orsøkin til at so fáir súkklarar møttu til kappingina. 

Veðurforsøgnin var ikki alt ov góð, men tá vit búgva í Føroyum, so kann alt henda. Og hóast yr.no lovaði regn, so kom ikki dropin niður meðan súkklað varð. 

Eftir ætlan skuldi teinurin frá Effostøðini í Kollafjarðadali til Áir og aftur koyrast tvær ferð fyri Opna bólkin. Kvinnur, unglingar og motionistar skuldu koyra sama tein eina ferð. 

Avgjørt bleiv at broyta teinin hjá Opna Bólki, og ístaðin bleiv koyrt frá Effostøðini í Kollafjarðadali til rundkoyrginina við Streymin og aftur til Effostøðina. Hesin teinur er 50 km.

Dávur Magnussen koyrur í dag í sterkasta bólki í Danmark, og var tí favorittur at vinna kappingina, og hann vann so ruddiliga. Hann vann við yvir 6 minuttum á nummar tvey, sum gjørdist Gunnar Dahl-Olsen. Meðan Dávur brúkti 1 tíma 17 minuttir og 19 sekund um teir 50 kilometrarnar, so brúkti Gunnar 1 tíma 23 minuttir og 37 sekund um teinin.    
Dávur koyrdi við einari meðalferð uppá 38,8 km/t og er tað rættiliga gott, tá hugsað verður um vindin og ættina sum var í Sundalagnum í dag. 

Meðan spenningurin var lítil um man hyggur eftir nummar eitt og tvey, so var nógv meira spenningur millum nummar tvey og trý.
Eftir góðar 25 km hevði Gunnar, sum byrjaði aftaná Jákup Petur Eliasen, koyrt nógv inná hann. Og tá tað vóru tveir minuttir millum startirnir, so sá ljóst út hjá Gunnari, men eftir at hava vent, so fekk Jákup Petur ferð aftur á súkkluna, og tá avtornaði bleiv munurin bert nøkur fá sekund millum teir báðar. Jákup Petur Eliase brúkti 1 tíma 23 minuttir og 56 sekund um teinin, og frá at hava verið næstan tveir minuttir, bleiv munurin reduseraður til bert 19 sekund.

Hjá kvinnum luttók bert ein kvinna, og Maria Svabo Hansen vann tí kappingina uttan nakra kapping frá sínum kappingarneytum.

Dávur ikki bara vann fimta umfar av GIANT Várkappingini, Dávur gjørdist eisini samlaður vinnari.
Dávur luttók í fýra av teimum fimm kappingunum. 
Skuldi ein vera við í kappingini um samlaða sigurin, so eru kappingarreglurnar soleiðis, at ein skuldi luttaka í íminsta lagi fýra av fimm kappingum. 
Hjá Dávur bleiv tað til eitt annað pláss og tríggir sigrar. Hetta fekk hann 26 stig fyri. Gunnar vann sær 28 stig, men tá tað bara eru fýra tey bestu úrslitini sum telja í samlaðu støðuni, so bleiv tað til eitt samlað annað pláss. Gunnar vann tvær kappingar, nummar tvey í einari kapping og nummar trý í einari. Tilsamans 23 stig. 
Jákup Petur Eliasen gjørdist nummar trý í samlaðu kappingini og Jan Hjaltalin Olsen nummar fýra.

Niðanfyri sæst úrslitið frá kappingini, og hvar og nær tað hevur verið kappast. 

GIANT várkappingin 2019, samlaða úrslitið.xlsx