«2020»Í dag«Okt»
      1 2 3 4
5 6 7 8 9 10 11
12 13 14 15 16 17 18
19 20 21 22 23 24 25
26 27 28 29 30 31  
M T M H F L S

Barnsúkkling leygdardagin 1. Okt 2011 – Kl. 12.00

Barnsúkkling leygdardagin 1. Okt 2011 – Kl. 16.00

Leygardagin 1. oktober 2011 skipar Tórshavnar Súkklufelag fyri MTB kapping fyri vaksin og unglingar. Eftir kappingin hjá vaksnu súkklarunum er ætlanin at skipa fyri kapping fyri børn og ung.

Kappingin fyri børn og ung byrjar kl 12.00. Og tilmelding er frá kl 11.00 á P-økinum við Plantusøluna.

Luttøkugjaldið er 20 kr og skal gjaldast við tilmelding.

 

Bólkarnir kappast verður í eru hesir:

Bólkur 1: yngri enn 8 ár (árg 2003 og aftaná)             12 min

Bólkur 2: 9 til 11 ár (árg 2000-2002)                             16 min

Bólkur 3: 12-14 ár (árg 1997-1999)                               20 min

Tíðarætlan:

Kl. 11.00 Tilmelding á P-økinum við Skógrøkt Landsins á Hvítanesvegnum.

Kl. 11.40 Súkkla rutuna saman við einum royndum súkklara.

Kl. 11.55 Síðsta freist at skriva navn á íspinn og leggja í kassa til lutakast

Kl. 12.00 Bólkur 1

Kl. 12.20 Bólkur 2

Kl. 12.40 Bólkur 3

Kl. 13.10 Íspinna lutakast

Kl. 13.15 Vinnararnir heiðraðir

Nb. Um fáir luttakarar eru eru í einum bólki er møguligt at hesin súkklar samstundis sum eina av hinum.

Fyrireikararnir vóna at undirtøkan til kappingina verður góð.

Tað er brúk fyri hjálp til kappingina, og um tú hevur møguleika at hjálpa til vinarliga set teg í samband Eli J. Christiansen.

Vegna TSF

Eli J. Christiansen

Email: elichrist@gmail.com

Fart: +298 215566