«2020»Í dag«Okt»
      1 2 3 4
5 6 7 8 9 10 11
12 13 14 15 16 17 18
19 20 21 22 23 24 25
26 27 28 29 30 31  
M T M H F L S

Summarvenjingin fyri børn liðug

Tað hevur verið góð undirtøka til venjingina fyri børn og ung sum TSF hevur skipa fyri í summar.

Súkklarar hava verið raskir at møta upp, og tað sæst týðilig framgongd hjá teimumu sum hava møtt upp regluliga.

Seinasta venjingin var mánadagin 29. august, og í tí sambandi var tann súkklarin sum hevði møtt best upp til venjing heiðraður, og fekk eina gávu frá súkklufelagnum. Finnur E. Hansen var súkklarin sum møtti best upp í summar.

Hóast summarvenjingin er liðug er eingin grund at leggja seg á lætu liðina, tí kappingar vera í vetur og vóna venjarar og onnur súkkluáhugað at ungu súkklararnir fara at møta væl upp til kappingarnar sum vera. Kappingarnar vera lýstar á heimasíðuni www.tsf.fo.

Vinarliga venjararnir