
Barnasúkklukapping á Ólavsøku 2010
Týskvøldið 27. juli 2010 skipar Tórshavnar Súkklufelag fyri barnasúkklukapping.
Kappingin verður aftaná rennikappingina á Skálatrøð.
Byrja verður kl. 20:00 ella beint aftaná rennikappingina, um hon ikki er liðug áðrenn kl. 20:00.
Tilmelding til kappingina er á staðnum, hálvan tíma áðrenn kappingin byrjar.
Kappast verður í hesum bólkum:
Bólkur 1: 8 ár og yngri (fødd 2002 og seinni) Súkkla uml 2 km
Bólkur 2: 9-11 ár (fødd 1999 – 2001) Súkkla uml 4 km
Bólkur 3: 12-14 ár (fødd 1996 – 1998) Súkkla uml 6 km
Bólkur 4: 15-17 ár (fødd 1993 – 1995) Súkkla uml 8 km
Kappast verður i býarsúkkling í øllum bólkum, gentir og dreingir kappast í hvør sínum bólki.
Heiðursmerki verða lutað til vinnararnar.
Tað er krav, at súkklararnir nýta hjálm fyri at vera við í kappingini.
Vegna Tórshavnar Súkklu Felag
Evald Rasmussen og Gunnar Dahl-Olsen