«2022»Í dag«Sep»
      1 2 3 4
5 6 7 8 9 10 11
12 13 14 15 16 17 18
19 20 21 22 23 24 25
26 27 28 29 30    
M T M H F L S

Barnasúkkling - sól og summar og spent børn

Veðrið var av tí allar fagrasta tá børn kappsúkklaðu í Hoydølum sunnudagin. Hetta var næsta kapping, ið Tórshavnar Súkklufelag skipaði fyri í summar. 

Fleiri av børnunum, ið luttóku í fyrru kappingini, í Ólavsøkusúkklingini, vóru aftur til dystin fús, hendan vakra og sólríka dag. 

Kappast var í trimum bólkum, og tað vóru børn í aldrinum frá 7 til 13 ár, ið kundu kappast. Tað var sera javnt millum fleiri av súkklarunum, og tí var spenanndi at fylgja við hjá foreldrum, ommum og abbum, og syskjum.

Koyrdur bleiv ein teinur á góðar 850 metur, og teinurin bleiv koyrdur tvær ferð. 

Í bólki 1 hjá dreingjum var fyrst koyrt innleiðandi umfar, og síðan finala. Hinir bólkarnir koyrdu beinleiðis finalu.

Í bólki 1 var javnt í innleiðandi umfari, og bert 2 sekund vóru millum Jósef Tummasarson og Bjarta í Hjøllum. Í finaluni var munurin eitt sindur størri millum somu súkklarar, men tó bert 8 sekund. Aftur hesa ferð var tað Jósef, ið gjørdist fyrstur um málstrikuna.

Mikkjal Rosen og Jónatan Gregersen kappaðust eisini á Ólavsøku, og tá var tað Mikkjal, ið gjørdist vinnari. Hesa ferð var tað Jónatan sum sigraði. Mikkjal bleiv kanska eitt sindur ov ivrigur móti endanum av kappingini, yvirsatsaði, og mátti ein túr í asfaltið. Ongin vandi á ferð. Mikkjal setti seg aftur á súkkluna aftur, og koyrdi seinastu metrarnar á mál.


Bólkur 1, dreingir, innleiðandi umfar:

1. Jósef Tummasarson, 5 min 26 sek

2. Bjarti Karbech í Hjøllum, 5.28

3. Theo Slættanes, 5.38

4. Jónas Kjær, 5.39

5. Óðin Sumberg Reneson, 7.25

6. Hørður Højgaard, 9.10


Bólkur 1, dreingir, innleiðandi umfar:

1. Jósef Tummasarson, 5 min 28 sek

2. Bjarti Karbech í Hjøllum, 5.36

3. Theo Slættanes, 5.40

4. Jónas Kjær, 6.15


Gentur, bólkur 2:

1. Ró Ranadóttir, 5 min 35 sek

2. Nora Katrinardóttir, 5.37


Dreingir, bólkur 2: 

1. Jónatan Gregersen, 4 min 25 sek

2. Mikkjal Rosen, 4.33


Dreingir, bólkur 3:

1. Pætur Krosstein, 4 min 49 sek