«2023»Í dag«Des»
        1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28 29 30 31
M T M H F L S

Barnasúkkling: Kapp du Norð

Hóskvøldið 4. august er ætlanin at ein fjallasúkklukapping fyri børn upp til 14 ár, verður úti á Norðasta Horni.

Møtti verður við barnagarðin á Norðasta Horni kl 17.00.

Luttøkugjaldið er 20 kr og verður goldið við innritan.

Tíðarætlanin fyri kappingina sær soleiðis út:

17.00 Verður møtt og innritað
17.15 Rutan verður royndarkoyrd einaferð
17.25 Síðsta freist at lata inn íspinn/lodd til lutakast
17.30 Bólkur 1 og 2
18.00 Bólkur 3
18.30 Medaljuhandan
18.45 Lutakast
19.00 Liðugt

Hjálpa til í samband við kappingina. Vit ynskja gjarna hjálp frá foreldrum til nakrar smáar uppgávur. Millum annað.

1. Innritan og móttøka av gjaldi
2. Móttøka av íspinnum til lutakast
3. Standa á gøtuni og peika veg
4. Hjálp á málinum
5. Kóka kaffi og baka kaku

Um tit ynskja at hjálpa við punkti 5 so vinarliga vendi tykkum til Helga á helgiwo@gmail.com ella 593399 so tað kann samskipast. Hugsið tykkum, um har varð ov nógv kaka!

Viðvíkjandi aðrari hjálp og hugskotum, so eru tit eisini vælkomin at venda tykkum til Helga.

PM Heilsøla stuðlar kappingini við frukt :)

MBM stuðlar kappingini við kakaomjólk :)

 

Niðanfyri síggjast myndir av rutuni.

Vegna TSF

Helgi Winter Olsen

Høgni R. Øster

Eli J. Christiansen