«2018»Í dag«Nov»
      1 2 3 4
5 6 7 8 9 10 11
12 13 14 15 16 17 18
19 20 21 22 23 24 25
26 27 28 29 30    
M T M H F L S

Avgerðin fall á toppinum

Í dag vóru tað fjøllini, ið skuldu koyrast. Nøkur fjøll. Tey brattastu. 
Í dag gekk leiðin úr Havn, til Gomlurætt, niðan á Oyggjarvegin, oman í Norðadal, niðan aftur á Norðadalsskarð, og so bratta túrin niðan á Sornfelli.

Seks mans møttu upp til kapping í dag. Súkklarar kundu velja millum tveir teinar. Valdi tú styttra teinin so skuldi ein ikki koyra oman og niðan úr Norðadali.
Tríggir mans valdu styttra teinin, og hinir longra teinin.
Longri teinur var júst so langur sum ein marathon teinur, nevniliga 42,2 km. Ikki langt tá talan er um eina Landavegsúkklukapping, men kappingin tók kortini góðar tveir tímar hjá skjótastu súkklarunum.

Jákup Petur Eliasen var skjótastu á styttra teininum. Jákup Petur kappaðist við Tórarinn Didriksen og Áslakkur Nesá. 
Hetta er fyrstu ferð at Tórarinn luttekur í einari súkklukapping og ein góð byrjan, kann ein siga, eftirsum tað bleiv til eitt 2. pláss hjá Tórarinn. 

Jan Hjaltalin Olsen, Kjartan Egholm og Gunnar Dahl-Olsen kappaðust á longra teininum. Hesir fylgdust til Norðadal. Niðan úr Norðadali fekk Jan "hol" aftur til Gunnar og Kjartan.
Túrurin hjá Kjartan úr Tróndheimi til Oslo hevur allarhelst sitið í beininum, og niðan úr Norðadali mátti Kjartan lata hinar koyra.
Gunnar koyrdi Jan inn aftur, og hesir komu niðan á skarðið samstundis. Teir hildu leiðina fram víðari saman. 
Nú skuldi tungi túruruin niðan á Sornfelli traðkast. 
Jan átti munin allan vegin niðan, men Der Alte helt tørn. Avgerðin fall ikki fyrr enn tíggju metur frá málstrikuni. Gunnar fann seinastu kreftirnar fram og kundi koyra frá Jan, og sostatt vinna fjallakappingina. Ikki var munurin stórur, og bert tíggju sekund skiltu nummar eitt og tvey.

Opin bólkur, 42 km:
1. Gunnar Dahl-Olsen, 1 tíma 55 minuttir 30 sekund
2. Jan Hjaltalin Olsen, 1.55.40
3. Kjartan Egholm, 2.05.33

Motionistar, 33 km:
1. Jákup Petur Eliasen, 1. 41.02
2. Tórarinn Didriksen, 1.50.00
3. Áslakkur Nesá, 1.56.33

Næsta kapping hjá Tórshavnar Súkklufelag verður etapu kappingin Kring Føroyar. Hendan kapping strekkir seg yvir fimm dagar, og verður í døgunum frá 18. til 22. juli.
Opin bólkur koyrur góðar 500 km og kvinnur, unglingar og motionistar koyra góðar 250 km.
Kring Føroyar kappingin í ár verður nakað broytt. Í ár verður ongin einkultstartur, og ístaðin verður ein spennandi Landavegsúkklukapping á Sandoynni, har kappast verður gjøgnum allar bygdirnar á oynni.
Í Havn endar Kring Føroyar við einum braki, tá Býarsúkkling er á skránni.