«2018»Í dag«Jun»
        1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28 29 30  
M T M H F L S
Tað sigst at Elisabeth Arden eigur orðini. Í dag prógvaði Andrass Joensen at tað er so, tá tað í dag bleiv kappast í einkultstarti.
Teinurin var frá Plantusøluni við Hvítanesvegin í Havn til Kaldbak og aftur til Havnar. Hesin teinur verður millum manna kallaður "Einkultsstartsklassikarin".
Veðrið var av tí fagrasta og átta mans bjóðaðu hvør øðrum av.
Andrass Joensen var elstur og skjótastur. Skjótastur í dag, og skjótastur farna vikuskifti tá kappast varð í duathlon, sum tá var renning og súkking.
So ikki kann sigast annað enn at formurin hjá Andrass er góður nú kappingarárið 2018 júst er byrjað, og nú hann er farin væl forbí tey hálvt hundrað.
Jan Hjaltalin gjøridist nummar tvey í dag. Jan legði hart út, og tað var nokk góða byrjanin hjá Jan sum legði lunnar undir silvurið hjá honum.
Nummar trý gjørdist Dávur Magnussen. Bitin hevur kanska verið beiskur hjá Dávur at slúka, men sigast skal, at Dávur koyrdi ikki á einari einkultsstartssúkklu. Hann koyrdi á einari vanligari kappsúkklu. Onki skal takast frá hinum, men tað er absolut ein fyrimunur at koyra á einari TT súkklu, ella í minsta lagi at koyra við einum sokallaðum TRI boyla, tá kappast verður í einkultstarti. Dávur hevði hvørki. 

Úrslit, 1. umfar av GIANT Várkappingin 2018:

1. Andrass Joensen, 51 minuttir 15 sekund
2. Jan Hjaltalin Olsen, 51.22
3. Dávur Magnussen, 51.35
4. Jákup Petur Eliasen, 54.06
5. Kjartan Egholm, 56.19
6. Regin Thomsen, 58.15
7. Jacob Petersen, 59.30
8. Áslakkur Nesá, 1.01.46
9. Gunnar Dahl-Olsen, DNS