«2023»Í dag«Des»
        1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28 29 30 31
M T M H F L S

AG-Bikesport: Nýggjur súkkluhandil í Havn

Ein nýggjur súkkluhandil opnar leygardagin 3 desember 2011. Navnið er AG-Bikesport.

Súkkluhandilin fer at selja súkklur og súkkluútgerð, og eigararnir siga at ætlanin er at selja dygdargóðar súkklur, eisini í tí dýrarar endanum. Fleiri av teimum sum hava íðka súkkling í Føroyum hava keypt súkklur uttanlands tí at úrvalið av løttum kappsúkklum og fjallasúkklum í Føroyum hevur verið avmarka. Súkklufelagið ynskir AG Bikesport góða eydnu.

 

Ein av eigarunum skrivaði soleiðis í dag:

Vit lata upp leygardagin 3. december kl. 10.00!

Øll eru tí hjartaliga vælkomin inn á gólvið millum kl. 10 og 14 í morgin.

Í samband at handilin opnar fara vit at bjóða tykkum kaffi, te, frukt og annað!

Vit halda tilmitt í hjartanum av Havnini – í (søguliga) hølinum har súkkluhandilin ogverkstaðið hjá Andre Andresen helt til í gomlum døgum.

Fleiri av tykkum eru so ung, at tit minnast kanska ikki Puch Monza, Puch Maxi og flottu Puchkappsúkklurnar, ið blivu seldar har. Um tit ikki vita hvar vit halda til, ja sokann eg heldur royna at greiða soleiðis frá:

Hølið liggurmillum Hvonn og Sirkus á aðrari síðuni, og Glitnir og Irish Pub á hinarisíðuni! Adressan er Grím Kambansgøta 4!

Vónandi hava tit tíð og hug at hyggja framvið!

Vinarliga vegna AG Bike Sport

Gunnar Dahl-Olsen

- søla, ráðgevingog verkstaður