«2017»Í dag«Sep»
        1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28 29 30  
M T M H F L S

Aftur hesuferð var bert eitt sekund, ið skilti eitt og tvey

Leygardagin varð kappast í landavegsúkkling. Næsta kapping og fyrsta landavegsúkklukappingin í hesum kappingarárinum.

Uppmøtingin var góð og ikki færri enn ellivu súkklarar stillaðu upp, tá kappast varð í 70 km landavegsúkkling.

Veðrið var gott, tó var eitt sindur av vindi við Norðadalsskarð tá menn stríddu seg á mál eftir fimti kilometrar á súkkluni.

Leiðin gekk úr Havn, gjøgnum Kaldbakstunnilin til Hósvík. Her bleiv vent, og so gekk leiðin móti Havnini aftur. Men leiðing gekk um Oyggjarvegin. Komnir til Havnar bleiv súkklað tvey umfør inni í Havnini - eftir Ringveginum, Sundsvegnum, Vegnum Langa og so oman eftir Hvítanesvegnum. Startur og mál var við Plantusøluna á Hvítanesvegnum.

Feltið var samlað líka til Kollafjørð, til Kjalnes. Nú vóru tað fimm mans, ið settu ferðina upp niðan móti "Landsfjósinum"! Hesir vóru Andrass Joensen, Kjartan Egholm, Jan Hjaltalin Olsen, Jógvan Højgaard og Gunnar Dahl-Olsen, ið royndu at sleppa avstað frá feltinum.

Oddurin var samlaður líka til menn skuldu "klatra" niðan á Oyggjarvegin. Jan, Jógvan og Gunnar settu ferðina upp, og so var oddurin reduseraður til bert tríggjar mans.

Á slættanum har vegurin gongur niðan móti Sornfelli royndi Gunnar at sleppa avstað. Tað eydnaðist at splitta feltið, og komnir til Mjørkadal var oddurin minkaður til bert tveir mans - Jógvan og Gunnar.

Góðir 20 kilometrar vóru eftir á mál, og hesir fylgdust líka á mál. Teir arbeiddu væl saman fyri at sleppa undan Jan, Kjartan og Andrass, men tá góðir tríggir kilometrar vóru eftir, kom taktikkur í. Jógvan lá fremstur, og Gunnar kundi tí væl síggja hvat og hvussu, og nær Jógvan opnaði endaspurtin. Avgerðin fall á strikuni, og tað var Gunnar Dahl-Olsen, ið átti munin. Eitt sekund.

Jan Hjaltalin Olsen gjørdist triðjur, og so bleiv aftur spurtað um málstrikuna. Teir sum stríddist um fjórða plássið vóru Kjartan og Andrass. Kjartan Egholm hevði munin og gjørdist sostatt nummar fýra.

Úrslit, 70 km landavegsúkkling:

1. Gunnar Dahl-Olsen, 2 tímar 18 minuttir 57 sekund

2. Jógvan Højgaard, 2.18.58

3. Jan Hjaltalin Olsen, 2.20.55

4. Kjartan Egholm, 2.23.05

5. Andrass Joensen, 2.23.06

6. Sverri Mohr Edvinsson, 2.32.10

7. Kári Davidsen, 2.37.41

8. Uni Vitalis, 2.38.49

9. Tóri Thorleifsson, 2.38.50

10. Jóanis Albert Nielsen, 2.45.06

11. Henry Berg, 3.02.11

Næsta kapping verður komandi leygardag, leygardagin 18. mars. Tá verður kappast í einkultstarti, og eftirsum at ferðslan inn í Havnina er nógv økt seinastu árini, so verður byrjað klokkan átta. Koyrt verður "klassikarin", t.e. frá Plantusøluni til Kaldbak og aftur.