«2017»Í dag«Mai»
1 2 3 4 5 6 7
8 9 10 11 12 13 14
15 16 17 18 19 20 21
22 23 24 25 26 27 28
29 30 31        
M T M H F L S

Aðalfundarfrágreiðing og formansfrágreiðing

Tórshavnar Súkklufelag, aðalfundarfrágreiðing 3. mars 2010 kl. 19:00 

Staður: Hotel Tórshavn 
Limir uppmøttir: 13 
Eftir at orðstýrari og skrivari vóru valdir, byrjaði aðalfundin sum fyriskirva í lógum felagsins. 

1. Formaðurin greiðir frá farna ári. Av tí at ongin aðalfundur hevði verði í 2009, bleiv árið frammanundan eisini tikið við. 
2. Kassameistarin leggur fram granskoðaðan roknskap. Grannskoður rokniskapurin fyri 2008 og 2009 varð lagdur fram á uppvørpu. Rokniskapinir vístu at felagið eigur nógvan kapital á bók, og kemst hetta av, at ongar útreiðslur vóru til Oyggjaleikinar í 2009. Men av tí at súkkling aftur verður við á Oyl. 2011, væntar nevndin at kapitalurin fer at minka aftur tá. Tey farnu árini, hevur TSF verði skrásett hjá TAKS við v-talið, hetta merkir at felagið skal millum annað rinda skatt og lata MVG uppgerð inn hvønn mánað. Arbeitt hevur verði við at fáa skattafrælsi, líka sum øll onnur ítróttarfeløg, men tað hevur ikki verði lætt at fáast við TAKS í hesum málið. Tað sær tó nú ljósari út, og nevndin arbeiðir í samráð við grannskoðara og TAKS, um at finnað eina loysn á málinum. 
3. Innkomin mál. Ongi innkomin mál vóru. 
4. Val av starvsnevnd, varalimum og granskoðara. Av tí at ongin aðalfundur varð í fjør, stóð øll nevndin fyri afturvalið.
Í nevndini sótu: 
Sverri M. Edvinsson 
Geyr Gilsteinsson 
Eyðfinn Lenvig 

Geyr og Eyðfinn tóku við afturvalið. Fyri Sverra, varð Ingemar Johansen valdur. 

Sostatt sær starvsnevndin soleiðis út (nevndin skipar seg sjálv). 
Starvsnevnd (valdir fyri 2 ár)
Geyr Gilsteinsson Ingemar 
Johansen Starvsnevnd (valdur fyri 1 ár) 
Eyðfinn Lenvig. 
1. varalimur (valdur fyri 1 ár) Torkil Veyhe 
2. varalimur (valdur fyri 1 ár) Esmar A. Joensen 
Grannskoðari (valdur fyri 1 ár) Eyðstein Jensen 

5. Ymiskt 
Fyrsipurningur varð til starvsnevndina um felagið leggur út fyri danskar licensir (loyvi). Nevndin lovaði at taka málið upp, og at svarið skuldi leggjast á heimasíðuna, tá tað varð alment. 

Torkil hevur í eina tíð arbeitt við súkkluklæðum til limir felagsins. Príslistar og lýsingarhefti vóru løgd fyri limirnar. Nærri kunning verður á heimasíðuni. Uppskot varð, at veita fundarsamsýning til starvsnevndina, men av tí at tað varð mett, at nevndarsamsýning skal standa í lógum felagsins, varð semja um at málið má bíða til næsta aðalfund, til innkomin mál. Fílst varð eisini á at børnini vóru forsømd seinastu tíðuna. Heitt varð á Eli, um at koma við einum uppskoti til hvussu barnavenjingar og kappingar kundu samskipast komandi árið. 

Kunngjørt varð, at felagið arbeiðir longu nú við einum brutto landslitið til Oyl. 2011. Ein løntur samskipari at samskipa venjing og kappingar fyri oy.landsliðið verður møguliga settur. Arbeitt verður eisini við, at deildarsambandið fyri súkkling og triathlon yvirtekur landslið uppgávuna hjá báðum feløgum. 

Fundurin lokin kl. 20:30 
Esmar A. Joensen