
5. umfar av ETIKA-CUP
Súkkluárið 2010 er um at verða liðugt, og komandi leygardag verður seinasta kappingin í hesum árinum. Tá verður kappast í 5. og seinasta umfari av Etika Cup 2010.
Vónandi verður veðrið gott tí súkklararnir skulu koyra heilar 120 kilometrar! Leiðin gongur úr Havn, framvið Eiðisskarð, til Runavík, runt Agnið og so á mál við Effostøðina í Runavík!Unglingarnir koyra nakað styttri. Teir koyra 60 kilometrar.
Kappingin byrjar leygardagin kl. 14, og startur er frá Plantusøluni við Hvítanesvegin í Havn.
Í samlaðu støðuni í Etika Cup 2010 liggur Gunnar Dahl-Olsen á odda, men tá bert 3 av 5 kappingum telja við í samlaðu støðuni er vinnarin longu funnin, og tað er ongin annar enn Torkil Veyhe sum hevur vunnið tríggjar kappingar, og hevur samanlagt 21 stig.
Spenningur er um 3. plássið, tí tætt er millum Andrass Joensen og Morten Hansen.
Hjá unglingum liggur Jóanis Albert Nielen á odda. Hann hevur 24 stig.
The grand old man innan súkkling og triathlon, Evald Rasmussen, liggur á odda í bólkinum H45. Evald hevur 14 stig.
Reglar fyri kappingina:
Av teimum 5 kappingunum telja tríggjar við. Tvs. at vinnarin kann finnast eftir bert trimum kappingum.
Stigatal:
Nr. 1 fær 7 stig, nr. 2 fær 5 stig, 3. 4 o.s.fr.