«2023»Í dag«Des»
        1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28 29 30 31
M T M H F L S

4. umfar av ETIKA-CUP

Leygardagin bleiv so aftur kappast í súkkling. Hesa ferð í einkultstarti. Veðrið var ikki av tí besta, men Tórshavnar Súkklufelag avgjørdi kortini at skipa fyri kappingini.


Luttøkan var ikki av teimum bestu, og orsøkin til tað var kanska ivasama veðrið, men allarhelst eisini tann at Torkil Veyhe er fluttur av landinum, nakrir súkklarar kappast í Norra, og at aðrir júst hava verið og luttikið í Challenge Copenhagen, tvs. Ironman kapping, og tí ikki høvdu orku at luttaka.

Tey vaksnu súkklaðu úr Hósvík norður til Ljósáir og aftur til Hósvíkar – ein teinur á umleið 36 km. Unglingateinurin var úr Hósvík til rundkoyringina í Kollafirði, og aftur til Hósvíkar. Hesin teinur er 23 km.

Jóanis Albert Nielsen var einasti luttakari í unglingadeildini, og súkklaði hann teinin uppá 46 minuttir og 36 sekund. Meðalferðin hjá Jóanis var 29,5 km/t, ið er rættiliga gott hjá einum unglingi.

Hjá kvinnunum var eisini bara ein luttakari. Maren Heinesen var einasti luttakarin hesa ferð, og hon súkklaði sama tein sum mennirnir. Marin brúkti 1 tima 14 minuttir og 43 sekund.

Hjá monnunum vóru fimm luttakarar, nógvir av teimum, ið plaga at vera við, hava verið uttanlanda í kappingum og vóru tí ikki við í dag.

1. Gunnar Dahl Olsen 58 min. 36 sek.
2. Morten Hansen 1. tíma 1 min. og 2 sek.
3. Alfred Hummeland 1. tíma 2 min. og 43 sek.
4. Eli Christiansen 1. tíma 8 min. og 50 sek.
5. Jógvan Djurhuus 1. tíma 10 min. og 23 sek.