«2017»Í dag«Des»
        1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28 29 30 31
M T M H F L S
Helgi W. Olsen í útbroti

Vit tosa um súkkling, og vit tosa um Torkil Veyhe, sum í gjár vann sítt triðja FM heitið í Landavegsúkkling.

Hósdagin, fríggjadagin og leygardagin bleiv kappast um føroyska meistaraheitið í Landavegsúkkling.

Hósdagin bleiv kappast í Býarsúkkling, fríggjadagin í Einkultstarti og leygardagin Landavegsúkkling.

Felags fyri allar dagarnar var at veðrið var avbera gott, at luttøkutalið var høgt, og at sami vinnari var í øllum kappingunum. Torkil Veyhe kom, sá og sigraði.

Teinurin sum kappast varð á var Runt Agnið. Startur og mál var við keiina á Toftum, og leiðin gekk niðan framvið Fríðrikskirkjuni, móti Æðuvík, oman móti Runavík, og so aftur á mál við Toftakei.

Í Opna bólkinum skuldi hesin teinur koyrast tíggju ferðir. Kvinnur, unglingar og motionistar koyrdu teinin sjey ferð.

Undan seinastu kappingini hevði Torkil verið tvær ferð ovast á sigurspallinum. Hann var favorittur at vinna aftur leygardagin, tá hundrað kilometur langi teinurin skuldi leggjast afturum. Men onkur ætlaði at broyta hetta “mynstur”. Í gjár bjóðaði Helgi Winther Olsen sterka súkklarinum av, og tíðliga í kappingini royndi Helgi at sleppa frá Torkil og hinum súkklarunum, ið bjóðaðu hvør øðrum av, í kappingini um føroyska meistaraheitið.

Helgi stríddist og økti alt meira aftur til feltið. Tá umleið 60 km vóru eftir setti Torkil ferðina upp, og ein fyri og annar duttu súkklararnir av, sum perlir á snóri. Men ein helt fast. Jan Hjaltalin Olsen megnaði at halda tørn, og fekk á henda hátt arbeitt seg longur og longur frá Christian Guttesen, Áslakki Nesá, Gunnar Dahl-Olsen, og hinum sum stríddust fyri einari góðari plasering, og tí eina av trimum plássunum á sigurspallinum.

 

Farvæl og takk

Løtu seinni mátti eisini Jan siga takk og farvæl. Torkil bleiv við og við, og løtu seinni hevði hann innheintað Helga. So var bert eitt umfar eftir, og nú mátti eisini Helgi siga farvæl og takk. Tað bleiv til ein tryggan sigur hjá Torkil, sum eftir tíggju umfør kundi koyra einsamallur um málstrikuna, og gleðast um eitt hattrick, og sítt triðja FM heiti í ár.

Gull til Torkil, silvur til Helga og eitt flott bronsuheiðursmerki til Jan Hjaltalin Olsen.

Hjá kvinnur vann Birita Poulsen úr Vestmanna sítt triðja FM heiti.  Hjá unglingum vann ein annar ungur vestmenningur eisini sítt triðja FM heiti. Tað var Tóri Thorleifsson, sum ognaði sær triðja ungdómsgullið.

Tórshavnar Súkklufelag og Sersambandið fyri Súkkling og Triathlon vil hervið takka Løgregluni, Tórshavnar Kommunu, Runavíkar Kommunu og Nes Kommunu fyri vælvild og hjálpsemi, soleiðis, at FM 2017 eydnaðist so væl sum tað gjørdi.

Myndirnar hevur Sølvi R. Hansen tikið.

Úrslit frá FM í Landavegsúkkling síggjast í viðheftu fílu.

FM-road-103km-2017.xlsx