«2023»Í dag«Sep»
        1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28 29 30  
M T M H F L S

Lógir felagsins - TSF

 Lógir felagsins

Grein 1:

Navn felagsins er: Tórshavnar Súkklufelag  - stytt:  TSF.

Endamál felagsins:  at økja um áhugan fyri súkkluítróttinum í Føroyum.

 

Grein 2:

Ein og hvør, sum góðtekur  felagslógina, og sum vil gjalda tey gjøld, sum eru ásett og góðtikin á aðalfundinum, kann gerast limur í felagnum.

Lógin verður útflýggjað við innliman.

 

Grein 3:

Um limur ikki heldur skyldur sínar  í felagnum, kann starvsnevndin taka avgerð um útliman.

 

Grein 4:

Tórshavnar Súkklufelag verður stýrt av:

 

a)      Aðalfundinum

b)      Starvsnevndini

 

Grein 5:

AÐALFUNDURIN

Aðalfundurin hevur hægsta vald í málum  TSF’s

Aðalfundur verður hildin í Mars mánaði við hesi dagsskrá:

1. Formaðurin greiðir frá farna ári.

2. Kassameistarin leggur fram granskoðaðan roknskap.

3. Innkomin mál.  

4. Væl av starvsnevnd, varalimum og granskoðara smb. grein 8 og 9.

5. Ymiskt.

 

Grein 6

Aðalfundurin verður lýstur við einum mánaða freist.

 

Roknskaparárið er  1. Januar til 31. Desember.

Uppskot um lógarbroytingar og mál viðvíkjandi skipan av felagnum, sum verða kravd viðgjørd á aðalfundinum, skulu vera starvsnevndini í hendi 1 viku áðrenn aðalfundin.

 

Grein 7:

 

Fyri at uppskot skal verða samtykt á aðalfundinum krevst , at meira enn helmingurin av teimum møttu atkvøða fyri.

 

Standa atkvøður á jøvnum, er tað atkvøða formansins, ið fær avgerðina.

 

Grein 8:

Í  starvsnevndini sita 3 limir, ið skipa seg við  formanni, kassameistara og skrivara. Teir verða valdir á aðalfundi fyri eitt 2 ára skeið. 1 ólíka ár og 2 líka ár.

 

2 tiltakslimir verða eisini valdir á hvørjum ári. Tiltakslimirnir fáa eisini ábyrgdarøki, at umsita saman við starvsnevndini.

Starvsnevndin umsitur: 
a)      Samtyktir aðalfundana

b)      Raksturin av TSF

c)      Góðkenning av ítróttarútgerð, ið skal nýtast í kappingum.

Starvsnevndin hevur heimild at seta fólk til seruppgávur til frama fyri TSF.

 

Grein 9:

Granskoðari skal veljast hvørt ár at granskoða roknskapin.

Granskoðarin skal ikki sita í nevndini, men kann vera limur í TSF.

 

Grein 10:

Eykaaðalfundur kann verða hildin tá ein triðingur av limunum krevja tað.

Hann má verða fráboðaður minst 14 dg frammanundan.

 

Grein 11:

 

Broytingar í kappingarreglum felagsins, kunnu bara gerast á aðal-ella eykaaðalfundi.

 

Grein 12:

Verður felagið avtikið,  skulu ognir tess falla til ÍSF